Hvurvu 50 mill kr. ?

Eg havi biðið um, at hetta verður kanna og greina, skrivaði Umboðsráðslimur í juli mánaða 2017. Enn er onki at frætta um tær 50 milliónirnar, sum Tryggingin misti í millum tveir stólar í samband við Guernsey-ævintýr, sum Oyggjatíðindi longu avdúkaði í 2008

Vit endurprente úr brævinum, sum umboðsráðslimurin, Andrass Skaalum, hevur biðið um, verður greina og kannað:

Tann 13/07-2017 tekur Dan Klein á Oyggjatíðindum afturíaftur greinar sínar frá 13. og 15. August 2008, sum rør uppundir at “50 milliónir kr. Peningurin er mistur millum tveir stólar.” 

Eg havi tí biðið um, at hetta verður tikið upp á komandi UR fundi, við tí endamáli at greiði fæst á øllum viðurskiftum í hesum.

At óvildug kanning verður sett í verk at greina hetta, við afturmelding (rapport) til UR, harundir løgfrøðiliga greining um hvørji stig eiga ella kunnu takast.

Slík viðurskifti eiga ikki hanga í leysum loftið, men greinast og greiðast, so øll viðurskifti eru opin og greið fyri øllum ognarunum.

Leinkja til greinina: http://www.oyggjatidindi.com/tryggingin+misti+50+millionir+a+guernsey.html

Úr greinini:
“Í 2008 hendir nakað óvanligt, júst um somu tíð tá Oyggjatíðindi avdúkar Guernsey-ævintýrið, og blaðstjórin verður meldaður. Guernsey felagið hevur eitt tap uppá – ja, haldi tykkum fast, 50 milliónir kr. Peningurin er mistur millum tveir stólar.

Ongir upplýsingar finnast um hvat peningurin er brúktur til, hví hann er mistur, og hvat prosjekt talan var um,. . “

Vónandi 
livst og spyrst. 

Opinleiki er tín besta trygging 

Tórshavn, tann 13. juli 2017

Andrass Skaalum
Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.


---------------

Tað er vert at minna á, at heldur ikki hetta hjálpti. Eftirliti vaknaði ikki. Hvar er so PRESSAN?!

Og hvar er Andrass Skaalum, sum lovaði at tryggja opinleikan 13. juli 2017.