Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Tryggingin misti 50 milliónir á Guernsey

Dan Klein --- 13.07.2017 - 11:50

Tað var í 2008, at Oyggjatíðindi avdúkaði loynilig skjøl hjá Tryggingarfelagnum Føroyar og TF Holding. Hesi skjøl viðgjørdu endurtryggingar, men nevndu eisini eitt felag á Gurensey, sum, eins og Panama, verður brúkt at fremja handlar uttan at serlig krøv verða sett til opinleika. 

Dan Klein, journalistur, skrivar støðugreining:
 
Slíkir handlar sleppa sostatt bara at vera fyri tey fáu. Um tað er hetta, sum skal henda. Vit vita, at FT Holding sendi 10 tals milliónir til Guernsey, sum ikki  skuldi skattast, í hvussu so er ikkki fyrr en peningurin kom aftur til Føroyar. Á Guernsey er hvørki nervandi eftirlit ella skattur at gjalda av vinningi. 

Men hvat viðvíkir felagnum hjá Tryggingini á Gurensey, so hendir nakað heilt óvanligt júst í 2008.

Tá ið Oyggjatíðindi almannakunngjørdi greinar bæði  13. Og 15. August 2008, kom panikkur í Tryggingina. Ongin visti hví. Men Dan Klein, bleiv meldaður av formanninum í TF Holding, Gunnar í Liða, og ráðgevum hansara.

Aftaná at hava klagað fútan til Ríkisadvokatin fyri at hava meldað, velur fútin  1. Mai 2009, at sleppa skuldsetingini fyri lógarbrot og almannakunngerðina  av tilfari í samband við TF Holding og Tryggingina á Guernsey.

Eftir hetta meldaði blaðstjórin, Dan Klein, Gunnar í Liða og ráðgevarar hansara fyri falskt meld. Í hesum sambandinum upplýsir táverandi  fútin, Karen Marie Olsen, í gjøgnum táverandi varafútan, Finn Ougaard, í j.nr.: 561-70681 -00003-09, dagfest 7. Desember 2009, at tað var onki grundarlag at taka áheitanina til eftirtektar.

Men í sama  skjali verður upplýst, at tað var Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum í skrivi, dagfest 15. August 2008, heitti á løgregluna um at seta í verk  eina kanning í samband við greinarnar í Oyggjatíðindum.

Tað er lítið sannlíkt, at Tryggingin ella TF Holding brúkti Guernsey-felagið til endurtryggingar. Í hvussu so er í størri mun. Blaðið royndi at fáa alment innlit í hetta felag frá Tryggingareftirlitinum, men haðani fingu vit onki innlit.

Og á Guernsey sleppur alt at vera loyniligt. Eisini fyri teimum, sum skulu eitast fyri at hava eftirlit við FT Holding. Heldur ikki hetta eftirlit visti tað stóra um felagið á Guernsey, men so hendir nakað...

Tað er sostatt nógv, sum bendir á, at bara ein ella tveir persónar hava havt fult innlit í felagið á Guernsey, og at annar ógvuliga sannlíkt var Gunnar í Liða, formaður í TF Holding.

Í 2008 hendir nakað óvanligt, júst um somu tíð tá Oyggjatíðindi avdúkar Guernsey-ævintýrið, og blaðstjórin verður meldaður. Guernsey felagið hevur eitt tap uppá – ja, haldi tykkum fast, 50 milliónir kr. Peningurin er mistur millum tveir stólar.

Ongir upplýsingar finnas um hvat peningurin er brúktur til, hví hann er mistur, og hvat prosjekt talan var um, men hetta sýnist at vera einasta orsøkin til, at panikkur kemur í Gunnar í Liða og ráðgeva hansara, Jógvan Páll Lassen, advokat.

Tryggingin misti 50 milliónir á Guernsey, men ongin mátti vita hví.