Sensururin vann, og fólkaræðið tapti valið

Tað kostar altíð at vera annarleiðis, at ganga í móti einari etableraðari skipan, sum vil smoyggja bæði líkt og ólíkt yvir borgarar landsins. Tað veit ein og hvør, sum kritiskt hevur virkað í slíkum samfelag í minsta lagi í trý ártíggir, og hevur verið sligin á nevið, útspiltur, dømdur, fordømdur, og viðgørdur í serligum alternativum høpi. Fyri summi er fólkaræði ikki galdandi, og heldur ikki líka fyri øll, ella meira líka fyri summi enn onnur. 

Her er ein greining, skrivað av valevni hjá Framtakinum,  journalistinum, Dan Klein:

Í Føroyum verða ávísir borgarar viðgjørdir alternativt. Tað var rættiliga skjótt greitt fyri mær tíðliga í valstríðnum. Orsøkin til, at eg valdi at stilla upp fyri  “Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, sum heilivág”, var, at hendan rørslan varð ikki viðgjørd eftir vanligum fólkaræðisligum grundreglum, at øll eru líka fyri lógini, høvdu sama rætt og somu møguleikar.

Arnfinnur á Birtuni, sum saman við Halli Djurhuus Magnussen, tóku stig til at stovna hesa rørsluna, heittu á meg tíðliga, um at hjálpa teimum við uppstilling, men eg helt meg undan. Fyrst tí heilsan var ikki góð, og harnæst tí, at eg  sat og skrivaði bók um hetta sama samfelag, sum skjalprógvar, at sokallaða fólkaræði í Føroyum er ein býur í Russlandi, at prógvuni eru mong, og summi longu eisini eru luftaði her á heimasíðuni.

Fyrst eitt nei, og so eitt ja...
Eg gav Arnfinni boð um at eg tíverri meldaði pass, men ynskti felagsskapinum góða eydnu við tiltakinum, sum eg hevði sympati fyri, tí longu tíðliga í valstríðnum, boðaði Starvsmannafelagið frá, at tey høvdu valt, at byrja valstríðið við at bjóða øllum luttakarum á valinum til veljarafund um arbeiðsmarknaðarmál.

Men ein flokkur var hildin uttanfyri. Framtakið slapp ikki at luttaka, sjálvt um flokkurin ella rørslan var góðkend av valstýrinum, at stilla upp. Síðani vóru onnur, sum bjóðaði til valfundir, men við somu boðum; Framtakið skuldi ikki við. Trupulleikar vóru á LS, og onkra aðrastaðni eisini,  at sleppa framat valstríðnum.

Hetta kunnu tey for ólukkan ikki kalla fólkaræði?! Men tað kundi tey! Tað kundi enntá løgmaður, sum í løgmansrøðuni slerdi uppá tað vakra í fólkaræðinum, har øll vóru líka fyri lógini?!

Men so ringir telefonin á mínari redaktión.  Í hinum endanum var Hanus Vang, verkfrøðingur, og fyrrverandi bóndi. Hann var eisini farin at undrast yvir hetta løgna fólkaræði, sum ikki gav øllum sama møguleika. Hann segði:

 Eg havi fingið áheitan um at stilla upp, men eg tími ikki um tú ikki eisini stillar upp saman við mær. Segði, sum var, at eg longu hevði fingið eina áheitan, men hevði givið Arnfinni á Birtuni noktandi svar, men eftir sum tú spyrt meg, so vil eg kortini umhugsa støðuna.

Í nakrar dagar umhugsaði eg so hetta, og kom til ta niðurstøðu, at eg kortini skuldi royna at stilla upp fyri hesa rørsluna fyri at stuðla teimum til eitt betri fólkaræði. Tað var grundgevingin fyri at fara inn í hetta valstríð, væl vitandi um, at tað fór ikki at vera lætt, fyrst tí øll pressan var/er í lummanum á politisku maktini, sum yvirornað hevur avgjørt hvussu tað serføroyska fólkaræði skal stýrast:

Væntandi fólkaræði og eingin pen ningsrúsur
Fólkaræði er ikki ein opin mikrofon, hava allir føroyingar fingið at vita frá KvF-leiðandi persóni. Hetta er heldur ongantíð afturvíst, og er eisini beinleiðis í stríð við mannarættindaprinsippini hjá ST, sum liggur omanfyri nationala danska og føroyska lóggávu, sum bara ongantíð verður virt.

Eg havi stilla upp nakrar ferðir fyrr, og havi, sum onnur valevnir eisinir, verið sera spentur, men hesaferð lat eg meg ikki ríva við av nøkrum spenningsrúsi, tí lagt var upp til eitt “krematoriskt” val fyri ein flokk ella rørslu, sum bara vildi nakað annað, og fyri slíkari rørslu  var sjálvandi ikki pláss nakra aðrastaðir, enn í alternativa brenniovninum. 

Ein protestrørsla skuldi ikki koma inn á bonaðu gólvini og forstýra idyllin, og tí skuldu persónarnir, sum tóku stig til hetta, marginaliserast, demoniserast, og tillátusrgerast. Teir skuldu ikki fáa fótin fyri seg. Og tað fekk so hendan rørslan heldur ikki.

Tvær veljarakanningar vóru gjørdar, tann fyrra áðrenn vallistarnir skuldu vera inni. Hendan kanningin vísti, at Framtakið fekk eitt sindur meira enn 1 prosent av atkvøðunum. Tað virkaði til at vera ein góð byrjan, men so kom løgmansblaðið inn á banan við einari kanning, sum vísti at Framtakið fekk onga undirtøku, og síðani var eingin sokallað eftirfarandi kanning gjørd, aðrar enn tær úti á netinum, sum fólk kundu atkvøða fleiri ferðir, og tað er meira undirhald enn álvari í.

Tá eingin sambært Gall-fupp, las Oyggjatíðindi
Men hetta fekk meg at hugsa um ta ferðina, Gallup gjørdi eina kanning um hvussu føroyingar lósu bløðini. Minnist hesa kanningina sera væl, tí kanningin vísti, at ikki ein føroyingur las Oyggjatíðindi, uttan mun til, at øll vistu hvat stóð í blaðnum.

Ta ferðina ringdi ein av táverandi sýslumonnunum til mín, og greiddi mær frá, at Gallup hevði ringt til hansara við spurningum um tey føroysku bløðini. Sýslumaðurin svaraði, men sigur so við Gallup: Tú hevur nevnt øll bløðini uttan Oyggjatíðindi. Eg lesi eisini Oyggjatíðindi!

Svari  frá Gallup, var, at Oyggjatíðindi var ikki við í kanningini!

Men tá kanningin varð almannakunngjørd, var tað, sum sagt, ongin, ið las blaðið, og tað fekk sýslumannin at ringja og siga mær frá. Síðani fekk Gallup kelinavnið, Gall-fupp, og eg havi ikki havt álit á hesunm stovninum síðani.

Støðan vísir hvussu effektivt hetta samfelag, svølgir, marginaliserar, og demoniserar eina kritiska rødd, ella rørslu, og allir maktfaktorar spæla við, og eru væl skipaðir í so máta. Løgreglan og Danska rættarskipanin er ein partur, saman við Ríkisumboðnum, og har danskir myndugleikar ikki røkka, taka føroyskir stovnar yvir, og partarnir møtast í rundkoyringini undir “Rættarhjálpini”, at víðka um, og  samskipa sosialar relatiónir, so ein ella onnur felagslinja kann finnast um ávís átrokandi evnir, sum ein slíkur bólkur nú til einhvørja tíð er upptikin av.

Niðanfyri havi eg lagt nakrar sera prinsipiellar linkir til tilfar, sum prógvar sera stórt óreglusemi, og beinleiðis lógarbrot í føroyska samfelagnum, sum í einum sonnum fólkaræði, átti at fingið einhvørja kritiska pressu upp úr stólinum. Men bara ikki í Føroyum. Her er pressan tíverri partur av cover-up skipanini, júst sum hon undir valstríðnum, varð  brúkt til at stýra hvat skuldi sigast, og forða fyri hvat annars kundi verða sagt, ið ikki verður tolt.

Fólkaræði er ikki ein opin mikrofon, er parollan hjá afturhaldskreftunum, sum ræðast sannleikan, og bara hevur lygnina, sum vinarbamsa, at balla seg við. Her eru fleiri dømir um álvarsom mál, har pressan hevur valt at tiga. Onki má sigast um tað ikki tænir maktini:

IRF-Lánið, sum í veruleikanum var eitt rán:
http://www.oyggjatidindi.com/irflanid+sum+i+veruleikanum+var+eitt+ran.html

Hjúnarskilnaður fekk onga realitetsviðgerð í Skiftirættinum http://www.oyggjatidindi.com/brellbitin+2+hjunarskilnadur+fekk+onga+realitetsvidgerd+i+skiftiraettinum.html


Danski staturin var við í cover-up http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html



Da dommerstanden gør krav på at stå over lovens bestemmelser http://www.oyggjatidindi.com/da+dommerstanden+gor+krav+pa+at+sta+over+lovens+bestemmelser.html



Danmark udøver sagsbehandling i alternativt samfund på Færøerne http://www.oyggjatidindi.com/danmark+udover+ulovlig+alternativ+sagsbehandling+pa+faeroerne.html



Eg skal ikki gloyma hvussu væl føroyskir stovnar spæla við, so eg hefti við eitt dokumentariskt skjal, sum er journaliserað, viðgjørt, og avvíst í Mentamálaráðnum. Skjalið vísir eina kanning, sum undirritaði hevur gjørt av einari rúgvu av skjølum, og tað er prógvað, at lygnir, samansvørjingar, og skjalafalsan, var partur av saksviðgerð á einum stovni, og í samskiftinum við eftirlitsmyndugleikan:

Teir føroysku flokkarnir tora ikki satt fólkaræði, og serliga ikki teir flokkar, sum siga seg hava frælsi, sum aðalmál, og tí spæla teir við. Teir renna eftir ríkidøminum við endan av danska ælaboganum, og tí ber tað til hjá dønum at fíggja valstríðið í Føroyum uttan lógarheimild. Og føroysku flokkarnir hava heldur ikki loyvi til at taka í móti pengunum við ongum lógargrundarlagi. Ikki so frægt sum eitt 
ríkislógartilmæli, tí eitt ríkislógartilmæli, sum ikki beinleiðis fylgir danskari lóg, ber heldur ikki til.

Náaa, men valið er av. Vinnarnir eru funnir, og taparnir eru eisini sjónligir, men rukkurnar á valinum er veljarafjøldin, sum letur seg tøla av sensuri, marginalisering, demonisering og mjørkatosi, sum bara verður latið í ein penan klædning, slips, og hvíta skjúrtu, og so eina mikrofon.

Framtakið fyri rættinum til kannabis vann ikki upp land
Í valhølunum vóru tey væl mannaði, nýggj andlit, og annars væl bjálvaði at taka í móti, og tøma kassarnar, leggja valseðlarnar á “rættar” hyllar, telja upp, taka frá, leggja til, og leggja saman, so talknúsari kann finna sína serliga grimassu fyri klókskap fyri tølum:

Framtakið fekk, sambært uppteljingini, 310 atkvøður.

Fyri meg var úrsliti samanlagt níggju (9) atkvøður. Eg havi gjørt mær tann ómak, at finna útav hvar hesar atkvøður eru komnar frá.

Argir 1
Havnin 3
Klaksvík 2
Toftir 2
Vestmanna 1

Hóast hetta ikki sær út av nógvum, so sigi eg, sum onkur hevur sagt undan mær, at hetta eru tær bestu atkvøðurnar á valinum.

Hjartans takk fyri tað.

Eg veit, at eg eigi eina atkvøðu sjálvur í Havnini, og so veit eg frá kvinnu, sum skrivaði til mín, at sjeikur hennara, og bróður hansara í Klaksvík, høvdu atkvøtt fyri mær. Hon legði aftrat, at tað hevði eg so sanniliga uppiborið, og takk fytri tað.

So nú vita vit hvørji liggja aftanfyri tær tríggjar atkvøðurnar. Kynsturin er so bara at finna fram til tær seks (6) atkvøðurnar. Tað kan ikki vera so ringt at finna útav.

Framtakið stendur seg best við at halda lív í tankanum um sína stevnu, rættin til kannabis, sum heilivág, stendur neyvt saman við rættinum til eitt sunt fólkaræði, og tað stuðli eg til eina og hvørja tíð.

Tit báðir stríðsmenninir, Arnfinnur á Birtuni, og Hjalgrímur Djurhuus Magnussen, eiga stórt rós uppiborið, at tít orkaðu, og tímdu. Tí hetta mál má hava fylgt ómetaliga nógv í tykkara lívi! Og tit, sum hava bakkað upp um hendan rættin, hava stóra tøkk uppiborna. Hetta var ikki til fánýtis, hetta verður heldur ikki gloymt.

Sjálvur var eg sera glaður fyri at vera partur av hesum. Var í allar mátar fegin um mítt egna lítla íkast, tí eg var uttabnlanda, og kom ikki sjálvur heim fyrr enn 29. August 2019, men eg hevði sjálvandi gjørt rímiliga væl vart við meg á Facebook, bæði við greinum, viðmerkingum, og video-filmum.

Sjálvt um Havnin var plakatfull, varð eg helst einasta valevni við ongari plakat, og eg nokti at trúgva, at plakatin hevur nakað, sum helst at gera við um eitt valevni fær atkvøður ella ikki. Nógv vandamiklari er tann ósjónliga útspillingin aftanfyri kulissurnar, og tað kann ávirka báðar vegir.

Fólkaræði tapti valið
Men annars varð valið, soleiðis, sum eg hevði væntað, og spátt. Fólkaræði vann ikki, men Fólkaflokkurin vann stórt, saman við Sambandsflokkinum. Til lukku til tey! Men teir flokkar, sum róptu harðast um fólkaræði, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, taptu valið við einum braki, sjálvt um pressan og veljarakanningarnar, góvu teimum alla ta hjálp, teir høvdu brúk fyri.

At "maktin" hevur nakað at verja kom til sjóndar undir valstríðnum. Ongantíð hava so nógv havt brúk fyri at siga, at Fólkaræði er dýrabart, og at tað skuldu Føroyingar vera glaðir fyri, tó at júst fólkaræði manglar. Bæði løgmaður, viðmerkjarar, entá viðmerkjari við beinleiðis samband inn í amtmansborgina hálovaðu fólkaræðinum. Hvat annað skal ein slíkur siga, enn at fólkaræði hevur tað gott?! Hann er danskur embætismaður í Føroyum, og tað vildi sæð illla út, at viðurkenna væntandi virðing fyri fólkaræðinum, men prógvuni tala í móti teimum.

Tað serliga og sermerkta hesaferð var annars á valinum, at Sjálvstýri var tikið til Suðuroyar, tí Kristin Mikkelsen, kom rúkandi inn, sum einasta valevni. Javnaðarflokkurin varð revsaður hart fyri at hava koyrt Kristin Mikkelsen úr flokkinum, og mistu soatatt eisini eitt umboð.

Í Klaksvík mátti Skorheim sanna, at hann var ov stuttur, men avtalan við Kristin gjørdi so, at flokkurin yvirlivdi.

Mest sannlikt er, at tað nú verður skipað ein borgarlig samgonga. Vit vita ikki um ein slík samgonga torir at gera upp við ta politisku korruptiónina, sum hevur fylt alt ov nógv, men tað vildi verið heppið fyri land og fólk, at ein uppgerð kom í hesum valskeiðinum, tí tað stendur so illa til, at støðan kann bara blíva verri, og enda í kaos.

Sensururin vann, og fólkaræðið tapti valið!

Við Hampakvøðu

Vinarliga

Dan Klein, journalistur