Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Brellbitin 2: Hjúnarskilnaður fekk onga realitetsviðgerð í Skiftirættinum

Har sat hon, Edith Joensen. Einsamøll við fýra børnum, og stórt sæð lítið og onki at liva av, men nógv at liva fyri. Hon hevði tikið tað einastu røttu avgerðina í hennara støðu, at skilja seg frá manninum. Tann avgerðin var løtt, men sjálvt um tað eru 31 ár síðani hon skildist, hevur búgvið ikki enn fingið eina realitetsviðgerð í Skiftirættinum, tí hon skuldi ikki hava milliónirnar við sær. Hennara partur var bara skuld.

Greinað og skrivað hevur
Dan Klein, journalistur

Hetta er eitt tema, sum eisini verður lýst í bók, sum eg skrivi, og sum er ávegis. Bókin er skrivað við bakgrund í almennu skjølunum, ið liggja í málinum. Umframt verður stuðla uppundir við greinum, sum blaðið gjøgnum árini hevur nomið við.

Munurin er, at tilfarið nú er greinað, og skjalprógvini funnin í dómum, úrskurðum, og almennum viðgerðum av hesum málinum, sum tó ongantíð sæst hava verið verið realitetsviðgjørt av Skiftirættinum, sum paradoksalt nokk, sjálvur staðfestir hetta, 17 ár aftaná hjúnaðarskilnaðin í 1987!?

Lat okkum taka ein skjótan túr niður í bóka-tekstin og lýsa arbeiðsháttin í Skiftirættinum gjøgnum árini:

Alle kneb bliver brugt
”Selv om det ikke ser ud af meget, så lad os alligevel kaste ankeret ud for beløbet 52.757,22 kr., et øjeblik, og huske på fm. Allan Moltke Hansens bestemmelse om, at separationsdagen 7. juni 1984, er skæringsdatoen, og herefter skal den ene part, Edith Joensen, afholde alle udgifter, selv om parret ikke bliver skilt før juni 1987!?

Vi kan da hurtigt fastslå, at dette beløb stammer fra fællesboet i 1983, hvor manden, har fuld adgang til boets aktiver, men beløbet er allerede betalt, da manden fremsætter kravet på ny i ”Udkast”. Beløbet dækkede over et lån i Sparekassen (Senere Eik, red), to lån i ”Húsalan” og et i ”Húsalánsgrunninum”. 

Vi kan da oplyse, at manden i dette tilfælde havde betalt 28.000,00 kr., mens konen havde indbetalt et lidt mindre beløb på 23.000,00 kr. Beløbene er i runde tal, men det er ikke beløbets størrelse, som man bør fokusere på her, men alene det, at det faktisk lykkedes at vildlede nogen til at tro, at manden havde ret til mere end konen. Det var i hvert fald det, som sammenfattende blev regelen, og ikke undtagelsen, iht. dokumenterne i skilsmissesagen.

Som efter en masterplan, venter manden med at gøre kravet gældende til efter fuldmægtig, Allan Moltke Hansens krav i ”Udkast” om, at skæringsdagen er 7. juni 1984. Det fungerede, og derfor kunne man planlægge baglæns, at manden skulle have godtgjort 52.757,70 kr., som dog var betalt én gang af fællespoets aktiver, men som ikke var blevet delt…” Citat slut.

Sum tað sæst, so var hátturin nakað heilt serligt við freistini 7. Juni 1984, tó at skilnaðurin ikki hendi fyrr enn í 1987.

Frá byrjan av, eydnaðist at róta alla sakina upp í ein ellibita. Allar royndir uppá at skilja hvat hendi, vórðu undirdýgd við skjølum fyri at grava fakta niður, og allar royndir at útvega skjøl, vórðu forðaðar.

Hans Trygvi Teirin, advokatur, var blivin tilnevndur av fútarættinum, at taka sær av ymiskum í samband við, at sethúsini hjá Edith, skuldu seljast á tvingsilssølu 26. Mars 1999, og hann skrivar til rættin 8. Mars 1999, j.nr. 9918009:

“...Í náttúrligum tilknýti til hetta mál, sum er lokið fyri mítt viðkomandi, so lovaði eg Edith at minna bankan á, at hon framvegis hevur áhuga í skjølum og upplýsingum, sum fyri henni kunnu “klárað” málið. Eg veit væl, at nógvir upplýsingar liggja langt aftur í tíðini, men hinvegin rokni eg við, at bankin megnar at geva henni eina greiða og stutta frágreiðing, sum antin hon sum leikmaður skilir, ella hon kann fara til onkran sakkønan at fáa nærri greidleika frá...

Eg geri vanliga ikki tænastur “eftir lukkitíð”, men í hesum føri geri eg undantak, tí Edith hevur serstakliga stóran ampa av skuldarviðurskiftunum, sum hon hevur havt við bankan. Hon metir seg hava rindað fleirfaldað tað, hon skyldaði, og hon hevur eisini hildið uppá, at hon í summum førum als ikki hevur undirskrivaðskjøl, sum hon hevur verið bundin av...” Endurgeving liðug

Vit síggja beinanvegin, at táverandi retsasessor, Henrik Møller, langar allar verjugarðar upp. Her skal onki kannast, og grundgevur: “... I henhold til retsplejelovens § 583, stk 2, kan der under tvangsaktionen ikke fremsættes indsigelser mod lovligheden af udlægsforretningen eller de handlinger, der ligger forud for denne. Undersøgelser af skyldnerens indsigelser vedrørende udlægsforretningen vil således som udgangspunkt ligge udenfor den beskikkede advokats opgaver...” Citat slut.

Fútarætturin noktar sostatt advokatinum at kanna hvussu skuldin er íkomin. Hans Trygvi Teirin, advokatur,  hevur heldur ikki “...fremsat indsigelser mod lovligheden af udlægsforretningen”..., men vil bara hava skuldina skjalprógvaða, og tað skal hann ikki hava loyvi til, sambært Henrik Møller, málsviðgera í Fútarættinum, og í Skiftirættinum.

Havast skal eisini fyri eygað, at Skiftirætturin frammanundan hevur noktað Edith Joensen, innlit í síni egni viðurskiftir....

Tá ið hetta fer fram, er Joen H. Andreassen, umsitingarligur sorenskrivari, við evstu ábyrgdini fyri stovninum. Tá hann fór úr hesum starvinum, tók Henrik Møller við, sum umsitingarligur sorenskrivari við evstu ábyrgd. Edith var hildin føst í hesa somu gongdina undir hansara leiðslu.

Arbeiðshátturin hjá Henrik Møller, umsitingarligur sorenskrivara, er so væl og virðiliga dokumenteraður, at sjálvt Karnov vildi krympa tærnar, men við stuðli frá samstarvsfeløgum í hægri rætti, gongur jú alt uppá stás hjá teimum trimum, Joen H. Andreassen, Hendrik Møller, og Peter Flúgge & Co.

Føroysku “húskallarnir” hildu teir í rætta sporinum. Teir koma vit aftur til í bókini.

Skiftið er ongantíð realitetsviðgjørt
Men skuldi tað vísa seg, at Eystari Landsrættur, tekur eina prinsipiella avgerð 19. August 2003, kl. 09:30, har dómarapanelið Knud Knudsen, Kasper Linkis og Trine Nørhede (kst.) við fyrstnevnda sum formann í rættinum. Skrivari var Allan Hansen.

Sakin fekk hetta nr. B-2207-03.

Rætturin viðgjørdi kæruskriv, sum ikki var dagfest, men upplýst verður, at tað kom inn í Føroya Skiftirætt 9. Juli 2003, har eisini avgerðin hjá Skiftirættinum 26. Juni 2003 (SKS33/1985+SKS357/92 “om aktindsigt, dommerens fremsendelsskrivelse af 16. Juli 2003, og udskrift af retsbogen indholdende den kærede afgørelse”, vóru løgd við til støðutakan.

Rætturin avgerð, at Edith Joensen, hevur rætt til útskriftir av øllum skjølum, sum hon ikki hevur fingið innlit í.

Tað, sum síðani hendir er ikki bara sera prinsipielt, men eisini avgerandi, at Skiftirætturin í svarskrivi til bræv frá Ríkisumboðnum, dagfest 13. Mei 2004 við J.nr. 831-13-pb, við ávísing til SKS nr. 33/1985, og SKS nr. 357/1992, váttar ruðuleikan.

Skal skunda mær, at skjóta inn her, at fyrra saksnummarið omanfyri er hjúnaðarskilnaðurin, og hitt er deyðsbúgvið hjá pápanum, sum varð sósað inn í hvørt annað, men tað er ein onnur søga.

Skiftirætturin leggur eisini avrit av brævið hjá sær sjálvum til Presidentin í Eystara Landsrætti, sum var dagfest 16. Juli 2003, saman við skjølum. Somuleiðis leggur Skiftirætturin avrit av úrskurðinum hjá ØL, dagfest 19. August 2003, 18. November 2003, og 2. Februar 2004.

Og so skrivar Skiftirætturin eisini í brævinum til Ríkisumboði, sum er dagfest 21. Juli 2004:

“...Det skal samtidigt bekræftes, at der ikke efterfølgende er sket nogen realitetsbehandling af ægtefælleskiftet...” Citat slut

Edith fekk ongatíð eina realitetsviðgerð í Skiftirættinum!!!

Staðfestingin kemur sostatt 17 ár aftaná hjúnaðarskilnaðin í 1987, tá Skiftirættur, Fútarættur, sorenskrivarar, tveir advokatar, dómarar í landsrætti, og longri uppi, allir siga, at málið var avgreitt!?

Tann 21. November 1989 svarar partsadvokatur í  J.nr. 88/1985, í málinum, tá Páll Nielsen, advokatur, spyr inn til skiftið vegna Edith Joensen, sum Skiftirætturin 15 ár aftaná, tann 21. Juli 2004, staðfestir, ikki hevur fingið realitetsviðgerð:

“...Eg vil tí undir ongum umstøðum medvirka til nakra víðari málsviðgerð av hesum máli, sum nú er lokið...”

Tað var tað so ikki, staðfesti bæði ein úrskurður í Eystara Landsrætti, og Skiftirætturin!!
 
Tá pressan svíkur
“Pressan” ger tað hon er best til: Tigur um prinsipiellar samfelagsgølur, og velur bara tað til viðgerðar, sum SvF, Sossurin, Dumma, og onkur annar hendinga “góðkendur” portalur, serverar av samfelagspolitiskum undirhaldi við hvítum fløtaskúmi og reyðari jorberfrugt, smíðað uppá redaktionella veggin við stoppinalum, og heftiplástri, og sopið uppaftur úr gólvinum, sum gullstøv.

Trump-munnhøgg um journalistiskt dirvi er helst lættari enn dokumentarisk journalistisk avrik við ábyrgd, sum vit nokk eisini fara at uppliva fríggjadagin, 7. September 2018, tá áttatiára journalistiski klókskapurin aftur foldar seg út við meiningum, sum líka lítla meining hava í dag, sum í áttatiárunum, tá frælsa pressan endaði í fongsli, tí restin av pressuni ræddist og krógvaði seg í lummaulluni hjá maktini, og tordi ikki út aftur í ljósið fyrr enn vandin var av.

Heldur ikki aftaná at tað kom fram, at bæði ákæruvald og dómsvald, vardu skipasvikið í Global, og framdu maktmisbrúk, við at krógva lógarbrotið í eini skattatekniskari hentleikastøðu, og harvið hefti danska statin upp í teirra egna kriminalitet, tordi “pressan” at hava eina meining um støðuna, av ræðslu fyri at virka bæði veik, og ikki serliga sterk aftanfyri oyrað.

Nú valdar hugnin og friður eina løtu, men okkurt hava tey lært av kúlufiskinum. At blása seg upp í ein gabbandi, eldfiman og retoriskan týskan Zeppelinara.

Vælígagnist okkum øllum.


Mere Mundgodt:
http://www.oyggjatidindi.com/danmark+udover+ulovlig+alternativ+sagsbehandling+pa+faeroerne.html

Leinkjjur til aðrar Brellbitar:


Avdúking: Danski staturin var við til coverup

http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html


Danmark udøver ulovlig alternativ sagsbehandling på Færøerne

http://www.oyggjatidindi.com/danmark+udover+ulovlig+alternativ+sagsbehandling+pa+faeroerne.html


Pressan og lúshundurin

http://www.oyggjatidindi.com/pressan+og+lushundurin.html


Tá álitið á statin fíkur við vindinum

http://www.oyggjatidindi.com/ta+alitid+a+statin+fikur+vid+vindinum.html