Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

100 ár síðani Erlendur Patursson varð borin í heim

- Stórt hátíðarhald í Norðurlandahusinum 1. september.

20. august 2013 eru hundrað ár liðin síðani ein tann fremsti føroyski politikarin og fakfelagsmaðurin í Føroyum, Erlendur Patursson, varð borin í heim.

Erlendur andaðist í 1986, 73 ár gamal, men eftir hann lá eitt politiskt, tjóðskaparligt og samfelagsligt virki, sum ongin hevur gjørt honum eftir.

Erlendur var millum oddvitarnar, tá Føringafelag ferðaðist kring landið í 1946 og gav teimum frælsu Føroyum eitt greitt og hugbjart innihald. Hetta var avgerandi fyri, at føroyska fólkið atkvøddi fyri loysing á fólkaatkvøðuni 14. september í 1946. Hann var millum tey, sum stovnaðu Tjóðveldisflokkin í 1948, og hann virkaði sum formaður floksins heilt fram til 1986, tá hann andaðist. Hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag frá fimmtiárunum og fram, tá øll tey stóru stríðini og rættindini vórðu vunnin fyri føroysku fiskimannastættina. Hann var blaðstjóri á Fjúrtanda september í fleiri umførum og hann gav út røða av ritum og bókum um politikk, fiskivinnu, samfelagsmál og búskap.

Øll tey málini, ið hava broytt og bøtt lívstreytirnar, møguleikarnar og sjálvræðið hjá føroysku tjóðini, var Erlendur fremsti stríðsmaður fyri. Og hann møtti stórari mótstøðu á leiðini, hóast mongum tykjast hesi mál sjálvsøgd í dag. Burturúr rúgvuni kunnu nevnast: Føroyskt fiskimark, ræðið á undirgrundini, mótstøðan ímóti EEC og ímóti, at Føroyar vóru seldar til hernaðarendamál, føroyskt útvarp og Sjónvarp, Fróðskaparsetur og miðnámsskúlar, Norðurlandahús, eftirløn hjá verkafólki, Landsbanki og búskaparráð, Húsalánsgrunnur, sjúkratrygging, sosialir batar og mangt, mangt annað.

Tjóðveldi hevur tikið stig til eitt hátíðarhald at heiðra minnið um og avrikini hjá Erlendi Patursson.

Hátíðarhald verður i Norðurlandahúsinum sunnudagin 1. september kl. 16. Á skránni verður m.a. røður, yrkingar og tónleikur, ið lýsa lívið hjá Erlendi og hansara virki.

Karin Kjølbro fer at røða um Erlend, persónin og politikaran, Hans Andrias Sølvará fer at siga frá søgu Tjóðveldis.

Hildur Patursson fer at røða um pápan, og Turið Sigurðardóttir fer at lesa eina yrking, sum er ognað Erlendi.

At enda fer Høgni Hoydal at leggja fram undir heitinum Føroyar nú og komandi.

Afturat framløgunum verður felagssangur og tónleikur við Tórshavnar Manskóri, Rana og Eyðuni Nolsøe, Ólavi Jakobsen og Andreu Heindriksóttur.

Frásøgumaður verður Jógvan Durhuus.

Vegna Tjóðveldi

Høgni Hoydal, floksformaður