Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddagrein: Vit tøma kramarhúsið

Dan Klein --- 18.12.2015 - 12:52

Hesa vikuna var var Rólant frá morgunsendingini aftur í vrevlikrókinum. Hann vísti til Bosse skemt í donskum miðlum, setti tað saman við viðmerking hjá Sossa-bossinum um nevndarviðmerking, men segði so, at tað er rættiliga langt síðani, at tey hava umrøtt danska pressu. Hann gloymir bara, at alt, sum KvF viðgerð, rætt og slætt hevur sín uppruna úr Danmark. Tosaði nakar um neyðrakett...

Og so var tað Dimmu-lingurin, sum uppfann ársins-neyðrakett, men av berari býtt-heit, sjálvur endaði uppi í himmalrúminum. Nú stovnar blaðið aftur nýggjárs-rakettuna, men gloymir at seta seg sjálvan uppá listan. Í staðin heldur hann tað vera stuttligt, at gamli fíggindin, Heðin Mortensen, aftur kann rakast, og so Kaj Leo, nú blaðið kortini hevur latið seg í Tjóðveldis-brøkurnar. Tey halda tað vera stuttligt, at Kaj Leo, segði seg ikki lúgva, men bara pella, og tað settti hann á kandidat-listan. Vit kundu spurt, hví Liljan Weihe, KvF-artistur, so ikki eisini endaði á listanum. Hon pástóð, og fekk viðhald í, at tollsnýtt, kortini ikki var at snýta, men bara ein annar máti at pella, tí KvF journalistar hava víðar heimildir, og tí revsifrítt kundu skuldseta Jørgen fyri grov lógarbrot, og tolka úttalilsini aftaná. Men kann ikki eisini ein KvF-idiotur, tolkast aftaná, sum skemtari, bolla-genta, ella journalistiskur stuttleika-pinnur?!

HarraGud, so vóru tey aftur í morgun, Rólant og hini. Hesaferð fór kvF heilt niður í lumman hjá Donald Trump, linkaði so til amerikanskar lýsingar, og kom so við niðurstøðuni um, at so at siga allar lýsingar í USA eru politiskar. Samstundis uppliva vit, at 19 ára gamla Kristina, hevur tikið sæti í løgtinginum fyri Annitu á Fríðriksmørk. Og so kom “fjalda” lýsingin í tíðindunum: Hesaferð borið fram av Sigruni Brend, sum eisini visti at siga, at “Kristina arbeiðir hjá Skyn ...” Tað er helst verri statt í Føroyum enn í USA. Hetta hendir, tí føroyingar liva í eini Klan-skipan og ikki í einum fólkaræði. Spell, men vit hava so R7 og Beinir Joensen, at mótmæla við umfatandi undirskriftum, fyri at fáa KvF leiðsluna frá. Trupulleikin er, at Klan-skipanin er verri enn nøkur virus, so hon loyvir ikki tíðindunum um undirskriftirnar at koma innum trongu ostaklokkuna.

Hetta verður, sum kunnugt seinasta blað, fyribils í hálvt ár, tí nú skulu bøkurnar skrivast um eitt langt og áhugavert lív, bæði privat og fakliga. Vit skulu tó siga, at vit fara framvegis at dagføra heimasíðuna.

Vit fara at enda ynskja øllum eini gleðilig jól.

Sostatt verður ikki meira hesaferð, tí nú tøma vit kramarhúsið fyribils, og fylla á aftur so hvørt...