Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

12 fáa útoyggjastuðul í 2015

Á hvørjum ári ber til at søkja um útoyggjastuðul. Útoyggjastuðulin hevur til endamáls at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, hevur eftir tilmæli tikið avgerð um stuðla 12 verkætlanum og tiltøkum í 2015.

Millum tær umsóknir sum hava fingið játtað stuðul er ein verkætlan, sum skal staðfesta, hvussu ein heilsufrøðiliga góðkendur hjallur eigur at vera. Hvat skal til, fyri at fáa ein brúktan hjall góðkendan av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eftir nýggju matvørulógini. Úrslitið skal brúkast til at dagføra jarðarbrúkið á útoyggj, og sum kunning og dokumentatión á ráðstevnuni “Ræst í oktober 2015”. Tað er Útoyggjafelagið, sum stendur fyri verkætlanini.

Ein onnur verkætlan, sum eisini hevur fingið stuðul undanfarin ár, og nú fær stuðul at gera verkætlanina lidna, er at gera eitt Hagreiðingarhús í Hattarvík. Endamálið við Hagreiðingarhúsinum er at menna umstøðurnar á staðnum, soleiðis at tað verður møguleiki fyri at hagreiða framleiddar vørur á garðinum. Tað er Símun Gullaksen, festari, sum stendur fyri verkætlanini. Væntandi ber til at víðka virksemið til at slátra og hagreiða fyri onnur seyðahald í oynni, við víðari sølu fyri eyga. Festarin samstarvar við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, um at fáa eina góðkenning av húsinum, sum sláturhús.

Onnur sum fáa stuðul eru m.a.; Verkætlanin “Gist og List í Mykinesi”, Bátasavnið í Svínoy, Útoyggjafelagið til virksemi felagsins, og stuðul at endurreisa niðurdottin torvhús í Svínoy og til at varðveita neyst og bátar í Skúvoy.

Tilsamans fekk Almannamálaráðið 14 umsóknir, sum geografiskt eru býttar soleiðis:

  • 2 umsóknir til verkætlanir í Fugloy,
  • 3 umsóknir til verkætlanir í Svínoy,
  • 3 umsóknir til verkætlanir í Kalsoy,
  • 2 umsóknir til verkætlanir í Skúvoy og
  • 2 umsóknir til verkætlanir í Mykinesi.
  • Harumframt eru 2 umsóknir frá Útoyggjafelagnum.

Játtanin til útoyggjastuðul er í ár 770 tús. kr.

Ávísar treytir eru fyri at stuðul kann veitast. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum, og kommunum.Útoyggjar sum koma undir hesa skipan eru: Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun. Í umsóknini skal m.a. greiðast frá hvat endamálið er við einstøku verkætlanini, hvussu hon verður framd í verki, og skal fíggjarætlan eisini fyriliggja