Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

12 mió. kr. aftrat til fólkabókasøvnini

Tað verður ofta sagt millum teirra, sum varða av bókasøvnunum, at føroyska fólkabókasavnsskipanin er ikki nøktandi. Hetta vil sum oftast vera ein meting, men meta vit okkum í mun til okkara grannalond, t.d. Danmark, so áttu vit í Føroyum at brúkt munandi størri upphæddir til fólkabókasøvnini.

Um vit siga, at vit í miðal brúktu 500 kr. fyri hvønn íbúgva til fólkabókasøvnini, ella nakað væl undir tí, sum tær á hesum øki bestu donsku kommunurnar brúktu í 2012, so svarar hetta til, at vit skuldu brúkt áleið 24-25 mió. kr. um árið til fólkabókasøvn.

Samlaða nýtslan til virksemið hjá fólkabókasøvnunum í 2011 er 11-12 mió. kr. sambært uppgerð, sum Søvn Landsins hava gjørt í sambandi við útgjald av stuðli til fólkabókasøvnini, ella 240 kr. fyri hvønn íbúgva. Hetta merkir, at vit kundu brúkt í hvussu er einar 12 mió. kr. aftrat verandi nýtslu, um vit ætla okkum at koma á hædd við t.d. Danmark.

Eitt nú brúkti Hvidovre kommuna í Keypmannahavnarøkinum, sum hevur áleið sama fólkatal sum Føroyar, 40,3 mió. kr. í 2010 til fólkabókasøvnini, ella 790 kr. fyri hvønn íbúgva. Tað eigur tó at nevnast, at tað eru kommunur í útjaðaranum í Danmark, sum ikki brúka lutfalsliga so stórar upphæddir sum henda kommunan.

Nú siga pengar ikki alt, og umstøðurnar, brúkarar, inntøkustøði og slag og nøgd av tænastuveitingum gera eisini sítt, men hetta eru tøl, sum tað er vert at hugsa um.

Ímynda vit okkum, at vit í Føroyum brúktu 24 mió. kr. um árið til fólkabókasøvnini, so vildi tað við verandi skipan havt við sær, at kommunurnar samlað skuldu brúkt 14,4 mió. kr. netto og landið stuðlað við 9,6 mió. kr. Kommunurnar brúka sum er umleið 8,5 mió. kr. og landið játtar í 2012 3 mió. kr. til fólkabókasøvn.

Um vit hyggja eftir fíggjarætlanum og stuðulsjáttan til fólkabókasøvn, so sæst á niðanfyri standandi dømi, at tað er stórur munur á, hvat tær ymsu kommunurnar brúka til fólkabókasøvn.** Kommuna og nýtsla fyri hvønn íbúgva

- Fuglafjarða kommuna 484

- Klaksvíkar kommuna 369

- Sands kommuna 351

- Tórshavnar kommuna 311

- Vágs kommuna 233

- Vestmanna kommuna 155

- Sørvágs kommuna 102

- Vága kommuna 84

At døma eftir hesum tølunum, so er enn langt á mál hjá teimum flestu kommununum, áðrenn vit kunnu siga, at fólkabókasøvnini veita eina nøktandi tænastu.