Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

13 handverkarar fingið tornkranaprógv

Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan stendur fyri førleikamenning av føroyskum handverkarum. Síðsta vikuskifti tóku 13 handverkarar tornkranaskeið.
 
Tornkranaskeiðið varð skipað í samstarvið við EUC Nordvestsjælland, sum vanliga stendur fyri hesum skeiði í Danmark. Vanligt er, at skeiðið tekur 22 arbeiðsdagar. Í sambandi við, at skeiðshaldari kom niðri frá, varð skeiðið skipað við longri døgum, umframt at leygardagarnir vóru brúktir í krananum.
 
”Støðið varð sera høgt” so avgjørdur var royndi skeiðshaldarin Roland B. Olsen. ”Skeiðið gekk ómetaliga væl. Hetta eru uttan iva menn, sum vilja mennast og teir gjørdu sær ómak”. ”Vit høvdu stórar avbjóðingar við vindi, men hetta fingu vit loyst við at hava ástøðisundirvísing, tá vindurin var mestur.”
 
Eisini skeiðsluttakararnir vóru væl nøgdir. Ein teirra var Heini Danielsen frá Articon: ”Hetta var eitt gott skeið. Okkum tørvar hesar førleikar, og nú lá so væl fyri, at skeiðið var í Føroyum. Nú eru vit klárir til kranaarbeiðið í summar”.
 
Eftirútbugvingargrunnurin ”Vitan” fyriskipaði skeiðnum.
 
Fakta um Vitan: Eftirútbúgvingargrunnur fyri handverksvinnuna, sum veitir fíggjarligan og tekniskan stuðul til handverkarar og handverksmeistarar til eftirútbúgving, sum eru viðkomandi fyri handverksvinnuna