Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Oddvør Poulsen tók ímóti kekkinum á 26.700,- frá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðara á Pizza 67.

1.335 pizzur innan 8 tímar

Týsdagin fylti Pizza 67, 20 ár í hesum sambandi vórðu pizzur seldar fyri 20 kr., og nógv nýttu høvið at støkka inn á gólvið. 


Longu ein tíma áðrenn dyrðnar lótu upp, stóðu fólk og bíðaðu, og fram til kl. 20, tá deiggið var uppi, var trappan full av svongum pizzagestum, ið tilsamans ótu 1.335 pizzur.

Hetta merkir at fyri hvørji 22 sekund fór ein nýbakað pizza um diskin, og hetta man vera nýtt føroyskt pizza met. Í øllum førum er tað greitt Pizza 67 met.  

Innkomni peningurin: kr. 26.700,- bleiv brúktur longu í dag. Tá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðari í Pizza 67 handaði peningin til Beran, ið er sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist onkran kæran. 

Oddvør Poulsen, dagligur leiðari í Beranum, fegnaðist, sum vera man, um gávuna, og ynskti Pizza 67 til lukku við degnum, við lyftinum um, at hesir pengar skuldu brúkast til eitt gott endamál. 


Myndatekstur: Oddvør Poulsen tók ímóti kekkinum á 26.700,- frá Ann-Margit Danielsen, tænastuleiðara á Pizza 67.