Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

137 jólatrø setast upp í miðbýnum

Og tað er umframt tey stóru á eitt nú Tinghúsvøllinum, við Ráðhúsið, í Boisensgarði og við Glitnir.

 Nógva staðir framvið vegnum millum SMS oman í Miðbýin og oman á Skálatrøð verður arbeitt í løtuni við at seta upp hálvanannan metra høg jólatrø.

Øll tey stóru og tey 137 smáu jólatrøini verða pyntað við ljósum. Trøini verða standandi til nýggjárs.

Endamálið við hesi pyntingini er at fáa alt økið frá SMS oman á Skálatrøð at hanga saman sum eina heild.

Kelda: www.torshavn.fo