Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

14 kommunur góðkenda spillivatnsætlan

Fram til 21. desember 2011 kunnu avgerðirnar um góðkenning kærast.

Við hesum skal verða boðað frá, at Umhvørvisstovan, sambært § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, og § 4, stk. 2 í kunngerð nr. 111 frá 7. september 2009 um spillivatn, hevur góðkent spillivatnsætlanirnar hjá:

• Vestmanna kommunu

• Hovs kommunu

• Nes kommunu

• Húsar kommunu

• Fámjins kommunu

• Vágs kommunu

• Skálavíkar kommunu

• Sumbiar kommunu

• Kunoyar kommunu

• Kvívíkar kommunu

• Porkeris kommunu

• Fugloyar kommunu

• Hvalbiar kommunu

• Sjóvar kommunu

Út frá eini heildarmeting av upplýsingunum í spillivatnsætlanunum, verður mett, at spillivatnsskipanirnar í hesum kommunum fara at lúka ásetingarnar í §§ 8-13 í kunngerðini um spillivatn. Hetta merkir, at innan 1. januar 2015, skal alt spillivatn, eftir reinsing, leiðast í afturlatnum spillivatnsskipanum beinleiðis út á sjógv við góðum vatnsskifti, og skal útleiðingin altíð vera í minsta lagi 1 metur undir størstu fjøru. Ei heldur kann spillivatn leiðast út á økjum við privatum ella vinnuligum virksemi, sum t.d. inni í bátahyljum, innan fyri molar, nærhendis neystum, aliøkjum ella hvalvágum, ella nærhendis serligum frítíðarøkjum og økjum, ið antin eru serliga viðkvom ella hava náttúruvísindaligan týdning.

Góðkenningin fevnir einans um krøv ásett í spillivatnskunngerðini, t.v.s. tann umhvørvisliga partin av spillivatnætlanini. Góðkenningin fevnir ikki um hvørjar tøkniligar loysnir eru valdar og um teknisku viðurskiftini sum heild eru í lagi, so sum dimensionering o.s.fr. Hetta er ábyrgdin hjá kommununi.

Góðkenningarskrivini kunnu lesast her

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=12290

Almenna lýsingin av spillivatnsætlanunum er her

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6590

Les meira um spillivatn og spillivatnsætlanir her.

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=10491

Góðkenningar kunnu kærast

Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra eina góðkenning til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi 21. desember 2011.

Fjúrtan ætlanir til viðgerðar og fýra ikki latnar inn

Afturat teimum nú góðkendu ætlanunum, eru 12 aðrar spillivatnsætlanir enn til viðgerðar, og verða hesar væntandi góðkendar innan ársskiftið.

Tá ein kommuna hevur latið Umhvørvisstovuni eina spillivatnsætlan til góðkenningar, verður fyrst hugt eftir um ætlanin formliga er í lagi, t.v.s. inniheldur hon teir neyðugu upplýsingar, ið spillivatnskunngerðin ásetur. Vanta upplýsingar, verður kommunan biðin um at lata inn eina dagførda ætlan við teimum neyðugu upplýsingunum.

Eisini verður hugt eftir, um sjálv spillivatnsskipanin innan 1. januar 2015 kemur at lúka ásettu treytirnar fyri spillivatn og útleiðingar. Hesar treytir eru, at alt spillivatn, eftir reinsing, skal leiðast í afturlatnum spillivatnsskipanum beinleiðis út á sjógv við góðum vatnsskifti, og skal útleiðingin altíð vera í minsta lagi 1 metur undir størstu fjøru. Ei heldur kann spillivatn leiðast út á økjum við privatum ella vinnuligum virksemi, sum t.d. inni í bátahyljum, innan fyri molar, nærhendis neystum, aliøkjum og hvalvágum, ella nærhendis serligum frítíðarøkjum og økjum, ið antin eru serliga viðkvom ella hava náttúruvísindaligan týdning.

Vísir tað seg, at ein spillivatnsætlan ikki lýkur hesar treytir, kann ætlanin ikki góðkennast, og verður kommunan tí biðin um at koma við nýggjari dagførdari ætlan, ið lýkur treytirnar. Henda mannagongd kann, alt eftir hvussu skjótt kommunan letur inn dagførda ætlan, taka mánaðir.

Út av 30 kommunum, hevur umhvørvisstovan móttikið spillivatnsætlanir frá 26 kommunum, og eru 14 av hesum góðkendar. Hetta merkir, at enn hava fýra kommunur ikki latið Umhvørvisstovuni spillivatnsætlan til góðkenningar, hóast freistin at lata ætlanina inn var 1. januar 2011. Hesar kommunur eru Eystur kommuna, Húsavíkar kommuna, Vága kommuna og Skopunar kommuna.