Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

14. september køvir demokratiið í Føroyum

Fyri 1000 árum síðani vórðu politiskir spurningar avgjørdir við vápnaðum bardøgum. Tann sum kláraði at drepa mótpartin bleiv høvdingi. Nú á døgum hava vit demokrati. Okkara vápn eru argument. Tann sum við teimum bestu argumentunum klárar at sannføra fjøldina, vinnur slagið.

Men demokratiið stendur ongantíð í stað. Tað at tú einaferð hevur sannført fjøldina, merkir ikki, at tú kanst leggja teg afturá og lata standa til. Tá kann tað skjótt henda, at fjøldin hevur vent tær bakið, tá tú einaferð letur eyguni uppaftur.

Vit falla ofta í ta grøvina, at vit droyma um at vinna eitt val ella eina fólkaatkvøðu, og síðani vilja vit binda posabandið fyri, soleiðis at eingin aftur skal kunna skala henda sigurin, sum vit einaferð vunnu. Men soleiðis virkar demokratiið ikki. Tað er livandi, og tú mást alla tíðina syrgja fyri (við góðum argumentum og røttum avgerðum), at tú áhaldandi hevur fólkið við tær. Møguleikin hjá veljarunum at venda tær bakið, má alla tíðina vera til staðar, annars hava vit ikki demokrati.

Bundu posabandið í 1946

Summi loysingarsinnað fólk siga, at tey vunnu eina fólkaatkvøðu í 1946, og tí hava tey bæði snørt og táttað posabandið, soleiðis at eingin nakrantíð skal kunna loysa tað aftur. Eingin fólkaatkvøða skal nakrantíð aftur geva Føroya fólki møguleika at velja nakað, sum ikki samsvarar við fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta er beint ímóti tí demokratiska prinsippinum. Møguleikin at velja nakað annað, má altíð vera til staðar. Vit kunnu ikki krevja, at nútíðarfólk skulu vera bundin av tí, sum forfedrarnir valdu fyri næstan 70 árum síðani. Tað er ódemokratiskt.

Fortíðin er órættvís

Onkuntíð hoyri eg hesi somu fólkini siga, at danska grundlógin er ikki galdandi í Føroyum, tí føroyingar hava ongantíð valt hana. Rætt er tað, at føroyingar valdu ikki donsku grundlógina, tá hon varð sett í gildi í 1849. Tað gjørdu danskarar heldur ikki. Fatanin av demokratii var ikki tann sama tá sum hon er nú. Kongur hevði einaræði, og hann setti tær lógir í gildi, sum hann helt vera hóskandi.

Hyggja vit eftir søguligum hendingum, so kunnu vit ikki siga, at alt sum er hent í gomlum døgum, hevur verið serliga rættvíst og demokratiskt. Tí nyttar ikki at leita eftir gomlum rættvísi, men vit mugu taka útgangsstøði í verandi støðu.

Okkara land

Vit siga at Føroyar er okkara land, men hví er tað tað? Jú vit eiga hetta landið, tí at nakrir víkingar einaferð komu henda vegin og tóku lívið av teimum sum vóru her frammanundan. Og av tí at vit eru eftirkomarar hjá hesum ófriðarkroppunum, kunnu vit í dag siga, at vit eiga hetta landið. - Er tað rættvíst? Nei sjálvandi ikki.

Um nú írar koma hendavegin og siga, at teir eiga hetta landið, tí teirra forfedrar vóru her áðrenn okkara forfedrar, skulu vit so geva teimum landið? Nei sjálvsagt ikki.

Søgan er ikki altíð rættvís, og hon er heldur ikki demokratisk, men vit kunnu ikki fara 1.000 ár aftur í tíðina at leita eftir rættvísi. Onkursvegna eru vit eftir krókutum og órættvísum vegi komin í ta støðu, sum vit eru í, og so mugu vit taka tað haðani frá.

Virða verandi støðu

Tí var tað, at vit sum myndaðu meirilutan í Stjórnarskipanarnevndini í mai 2011 skrivaðu hesi orðini í okkara álit: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum.”

Meirilutin staðfesti við øðrum orðum ta støðu, sum Føroyar eru í (líkamikið um hon er rættvís ella órættvís), og síðani varð staðfest, at leiðin framyvir skal vera demokratisk. Fólkið í Føroyum skal hava møguleika at velja at fylgja donsku grundlógini, gomlu fólkaatkvøðuni, ella onkrum heilt øðrum, men útgangsstøði má vera verandi støða. Men Tjóðveldi kundi ikki vera við í álitinum frá meirilutanum, tí flokkurin kundi ikki góðtaka, at vit eru her sum vit eru, og hann kundi heldur ikki taka undir við, at fólkið skal sleppa at velja nakað, ið gongur ímóti tí, sum 5.656 føroyingar valdu í 1946.

Komið víðari

Veruleikin er, at 14. september køvir tað føroyska demokratiið. Skulu vit koma víðari, mugu vit taka útgangsstøði í støðuni sum vit eru í, líkamikið um vit halda hana vera rættvísa ella órættvísa, og síðani má meirilutin, leysur av fortíðini, frítt sleppa at velja, hvønn veg vit skulu fara.

So mín áheitan á Tjóðveldi og øll onnur skal vera: Gloymið nú 14. september og velji heldur demokratiið.

Helgi Abrahamsen