Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

14. september

Tann 14. september 1946 er týdningarmesti dagurin í Føroya søgu. Tá var fólkaatkvøða um, hvørt vit skuldu viðurkenna at liva undir donsku stjórnarskránni (grundlógini) ella gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Tíbetur valdu vit at vraka donsku stjórnarskránna og vildu heldur, at vit gjørdust eitt sjálvstøðugt ríki.

Summi halda, at henda fólkaatkvøðan ongan týdning hevur havt, tí vit eru ikki vorðin eitt sjálvstøðugt ríki enn.

Einki kann vera skeivari enn hetta, tí øll tíðin síðani 1946 hevur verið ein fyrireikingartíð til at seta fólkaatkvøðuna í verk, og hvør tægr í samfelag okkara er merkt av tí rætta vali, sum vit gjørdu tá.

Vit kunnu bara eina løtu hugsa okkum hvat ið hevði verið okkum fyri, um so var, at vit høvdu valt hin lutin, og høvdu viðurkent, at danska stjórnarskráin eisini var okkara stjórnarskrá.

So høvdu vit verið danskir ríkisborgarar við somu rættindum og skyldum sum einhvør annar dani.

Umframt skatt til kommunur og amtskommunu høvdu vit goldið statsskatt eftir somu skattalógum sum í Danmørk.

Lóg um verndarskyldu hevði verið galdandi fyri okkum, og teir, ið skuldu seta livið í veð fyri Danmørk, høvdu verið fluttir niður.

Vit høvdu ikki havt peningaseðlar og frímerki.

Sum danskur landslutur høvdu vit verið í ES.

Vit høvdu einki ræði havt á sjóøkinum rundan um Føroyar.

Hvør ið slapp at fiska og hvar hevði verið avgjørt av Mariu Damanaki.

Funnu oljufeløgini nakað rakstrarvert í undirgrundini, fór vinningurin lúkst í danska statskassan.

Vit høvdu ikki havt nakra altjóða skipaskráseting.

Vit høvdu ikki havt nakran møguleika fyri at tikið lut í altjóða ítrótti sum føroyingar.

Hetta er nóg mikið til at gera einum og hvørjum greitt, at vit hvønn guðs skapta dag kunnu vera teimum takksom, sum tann 14. september 1946 so manniliga vardu borg og róku burtur tað tilboð vit fingu um at sita við ytstu brík í tí ríki, vit aldrin hava verið partur av.

Zakarias Wang