Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Uppisjóvarskipið Tummas T við bryggju í Runavík.
(Maria Olsen Photo)

2018 er nú ein tikkandi bumba

Vit eiga ikki at blanda smádrift og stórdrift saman tá vit tosa um fiskivinnu, tí talan er um grundleggjandi ymiskar fyritreytir; men tryggir karmar í lógum og reglum eru altavgerandi fyri framgongd í allari vinnu.

Tá tað snýr seg um at tryggja búskaparliga framgongd í vinnulívinum og samfelagnum yvirhøvur, man neyvan nakað kunna sigast at hava størri týdning enn hetta: eitt støðugt lógar- og regluverk. Ein og hvør sum kennir rímiliga væl til vinnuligt virksemi og tess fyritreytir veit hví tað at hava tryggar karmar at virka undir er so grundleggjandi fyri fyritaksemi, trivnað og kappingarføri. Og hetta hevur einki við rúmdarvísindi at gera.

Men spurningurin er um vit hava nøktandi politiskan stabilitet í tí føroyska umhvørvinum – um okkara fiskivinna sum heild hevur nóg tryggar karmar at virka í. Tíverri líður føroysk fiskivinna, um enn í minni mun, undir nøkrum av teimum somu trupulleikunum sum hendan vinna líður undir í londum vit plaga at samanbera okkum við. Sagt heilt einfalt er instabilitetur í lógar- og regluverki tann keðiligi felagsnevnarin.

Orsøkirnar til hesa støðu kunnu ofta tengjast at ósemjum – millum fiskivinnu, almennar myndugleikar, politikarar, vísindaligar ráðgevar og aðrar partar – kring spurningar um veiðirættindi, burðardygd, umhvørvi og annað.

LES MEIRA: http://www.fiskivinnan.com/2014/07/2018-er-nu-ein-tikkandi-bumba.html