21. til 27. mai seta vit bilin og ganga!
Eins og í fjør, fer Fólkaheilsuráðið at skipa fyri einari viku í mei, har fólk fara at seta bilin og ganga - meira og títtari.
Útivikan hevur havt sera stóra undirtøku. Arbeiðspláss, stovnar, kommunur, miðlar, ja, sera nógv hava tikið undir við henni.
Útivikan byrjar mánadag 21. mai. Fríggjadagur 25. mai er fyrsti summardagur, so passandi kunnu vit siga, at summarið byrjar við Útivikuni.
Øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at ganga og harvið røra seg. Betri heilsa, betri lag og fyri fyritøkur: glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar. Hetta er ein liður í at gera tað lættari hjá fólki at velja bilin frá. Um onnur gera tað, so kunnu vit eisini. Tað, at øll seta fokus á rørslu samstundis, ger tað lættari hjá tí einstaka at taka stigið – og ganga.
Ætlandi skulu ØLL vera við í hesum tiltaki: Tey, ið hava stutt til arbeiðis, tey, ið hava langt til arbeiðis og eisini tey, ið koma av bygd, kunnu annaðhvørt taka bussin ella seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og síðani ganga. Við hesum brævi biðja vit tykkum um at eggja starvsfólki á tínum arbeiðsplássi til at seta bilin.
Um hetta tiltakið skal eydnast, mugu allar fyritøkur í Føroyum luttaka og royna at eggja sínum starvsfólki til at seta bilin og heldur fara til gongu. Hetta kann gerast hvør sær, men eisini hevði verið stuttligt um fyritøkan í felag við starvsfólki skipaði fyri kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum - tit avgera púra sjálvi, hvussu tit leggja útivikuna til rættis.
Fólkaheilsuráðið vil við hesum maili heita á tykkum og starvsfólk tykkara um at taka undir við hesum tiltaki. Vinarliga lat okkum frætta, hvussu tit ætla at skipa tiltakið á tykkara fyritøku. Eitt afturat. Ætlandi skal útivikan ikki kosta tykkum nakað. Havið tað í geyma, tá ið tit leggja ætlanir fyri útivikuna.** Hetta er sjálvsagt eitt sjálvboðið tiltak... men best er, um øll taka lut.
So 21. til 27. mei seta vit bilin og ganga!
Fólkaheilsuráðið