Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

25% frá loysingini

Tórbjørn Jacobsen: 

Meðan tað spolar út av kyku hespunum hjá Lamhauge & Hvidtfeldt í Sortudíki, í royndini at fáa føroyingin at skilja hvussu høvuðsvinnan í landinum er skipað, syfta nýggir spurningar seg upp úr sævarmálanum. Blitz-stríðið um stovnar, stál, veiði- og fiskiloyvir, Fólksins ognir og milliardir í umfari klývur tjóðina. Uppaftur í saman, mánakvøld eftir mánakvøld, reisa búskaparfrøðingar uggafjarðarnar og eyðmerkja alla skipanina sum korrupta ella korrumperaða, og í hinum leirinum strúka menn teimum útvaldu í Gávubúðini við hárunum. Ímeðan sita teir, ið skuldu umsita tjóðina fyri okkum – politikararnir – púrasta ráðaleysir, og megna ikki at flyta okkum av fetanum frá eini lóggávu, sum tíðin hevur yvirhálað við sjeymílafetum fleiri ferðir. Í grundini er lógin ikki til, verður ikki brúkt, og nú stjórnar ein kunngerðarparagraff, ætlað til smávegis lepar, at kalla øllum, alt eftir hvussu tey sterkastu áhugamálini fáa reykin at standa á høvuðskál landsstýrismansins. 

L&H høvdu fyri tað mesta hugsavnað seg um uppsjóvarvinnuna í fyrstu sendingini, og akademiska backing-group´an av Setrinum, sum vóð upp undir miðju í korrumpering og korruptión, fekk líkasum útgerðarmenninar at sveiggja í súrliga lotinum sum búrhundar. Og tað var helst mistakið. Tey flestu vita, at hetta eru dugnamenn, sum eru farnir ígjøgnum væmingar og vaggandi gjálv í áratíggju. Burturúr nógvum útgerðarfeløgum og loyvum á hesum mótinum, keyptu hesir eftirverandi í vinnuni uppsjóvarflotan niður í burðardyggar økonomiskar eindir til tíðina og støðuna, sum var áðrenn stóra vøksturin í uppsjóvarkvotunum. Stóri kvotavøksturin hesi seinastu árini kom harvið at muna óvanliga væl í vinnuliga húsarhaldi teirra. Burturúr tí nýákomnu støðuni hevjar orðaskifti seg um, hvussu Fólksins ognir skulu umsitast politiskt. Tað takið lata vit liggja í hesum umfari, tað er ikki aktuelt heldur, nú ein samlað politisk skipan rennur undan ábyrgdini, higani til næsta løgtingsval, at umsita tilfeingi Fólksins sum frægast nú og frameftir.

Tíbetur kom vinnan við einum konstruktivum andsvari í øllum uppganginum. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Varðin hevur innrættað sær eina ídnaðarkabúss í høvuðssætinum í Syðrugøtu, fyri at finna fram til rætta makrelproduktið, sum skal niðursjóðast í blikk til útflutnings í eini ætlaðari nýggjari verksmiðju í Gøtu. Seinri komu Kristian Martin og synir hansara meiri ítøkiliga á vøllin, við einum niðursjóðingaruppkeypi inni á europeiska meginlandinum. Í Týsklandi. Dømi um, at sjálvsálit aftur er komið í vinnumergin, tá man hættir sær at fara út í globala meldurin, hetta er tað sum grannarnir hjá okkum hava stríðst við í mong ár, og nú brast umsíðir fyri nevi hjá føroyingum eisini. Hugaligt at vinnan ekspanderar, og at mørurin enn er til annað enn at savna upp í løgur, sum lítlum og ongum tænir.

Keypið í Bremerhaven og í Flensburg, hjá teimum í Grótinum, setti nýggjar spurningar á breddan. Laka handilsavtalan við Europa Samveldið var nú trupulleikin, hon leggur ikki upp fyri framsøknum átøkum sum hesum, um nú Kristian Martin ætlaði at niðursjóða makrelin í Klaksvík. Ein tollforðing á 25% liggur ímillum. Hann leyp um borg, keypti seg inn um tollmúrin, og vónandi fer hesin handilsskapur at vera teimum har norðuri happadrúgvur.

Tað sum glíggjar í eygu okkara í almenna rúminum, er hvussu vanligi samfelagsligi og tjóðskaparligi hugsanarhátturin er farin at standa á glæ í hesum landinum. Danska heimastýriskvørnin hevur malið okkum øll í ørviti. Latent undir øllum tosi á svaði, í miðlum og millum manna er, at heimurin ikki er størri enn danska ríkiseindin. Ongin samráðing hevur verið um handilsavtaluna, omanfyri nevnd, í heili 7 ár. Í allari løgmanstíð hansara Kaj Leo. Tað ber brá av status quo og einum vinnuliga statiskum samfelag. Trýstið frá niðursjóðaðu makrelunum, sum lokalir fingrar skuldu leggja í blikk norðuri í Klaksvík, og sum týskar hendur nú hava loftað ístaðin, fer nú at seta ferð á løgmann, ið ivaleyst fer at gera eitt propagandanummar burturúr tí, at nú má ES-landið og hjálandaveldið Danmark hjálpa ússaliga hjálandinum Føroyar upp um nýákomna og forðandi tollmúrin á 25%. Eftir tað fer fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale helst spenandi niður til Bruxelles. Tað ræður um at látast at vera politiskur merlespíkari, nú kordelarnir skulu taðast sundur, fyri at benda steinrunnu politisku skipanini hjá kontinentalkapitalinum tann rætta vegin í hesum avgerandi máli. Eitt spunaátak er heldur ikki at kimsa at, nú Danatingsvalið nærkast í hvørjum.

Útvarpið lá heldur ikki sjóvarfallið av sær. Stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, varð tráspurd fyri viku síðani um hetta málið. Hon segði sum var, at tað er ongin ivi um, at tað sum vinnan ynskir, tað er fullkomin frælsur handil. Studioverturin spyr so: “Og kanska møguligan limaskap í ES?” “Nei, tað er ikki so greitt tað málið, tað er tað ikki(!)”, svarar vinnustjórin til endans í samrøðuni.

Spurningurin sigur alt um hugburðin, sum hesi seinastu árini hevur forplantað seg út í allar liðir í samfelagnum. Sambandshugsanin hevur volað. Tað kemur ikki útvarpskvinnuni til hugs at spyrja, um aðrir politiskir/handilsligir møguleikar eru fyri, at leypa upp um hendan vanlukkuliga tollmúrin, enn at danska hjálandið Føroyar fær limaskap í ES-samveldinum, umvegis danska limaskapin í hesum sama høpi. Ikki sørt at hetta sambandskrímið eisini hevur rakt tjóðveldisfólk, sum nú spyrja landsstýrismenn, hvussu tollforðingin kann beinast av vegnum undir núverandi umstøðum. Fólk eru farin at troyttast av øllum hesum spurningunum upp í røkur, skilabetri hevði verið, at vit fingu eitt greitt boð uppá, hvussu knútarnar kunnu loysast.

Horvnu niðursjóðaðu makrelarnir, og einar stórthundrað vinnuførar hendur í Klaksvík, standa 25% frá loysingini. Vóru Føroyar ein sjálvstøðugur statur, ein Republikk, sum var limur í EFTA, og hevði eina EBS-avtalu við ES-Samveldið, á sama hátt sum Ísland og Noreg, so lá málið greitt fyri, og Kristian Martin hevði tá sloppið undan at klovið upp um europeiska tollmúrin, hóast tann íløgan saktans kann vera skilagóð fyri tað. Niðursjóðaðir makrelar úr Klaksvík hava eina alternativa rás út á altjóða marknaðin, um vit bara sleppa hesi sambandsku vanahugsanini, sum ikki røkkur út um heimføðisásin Tórshavn-Keypmannahavn. Hetta einstaka málið er skorðað fast í heimastýrisakrobatikkinum, og var ikki eitt mál yvirhøvur, um vit áttu mansdirvi til at standa uppi sum fólk ímillum fólk.