Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

250 mió. kr. minni landsskat og mvg inntøkan stagnerað

Gandastavurin hjá sitandi samgongu var flatskatturin og skatting av framtíðar pensiónum. Minni skatturin var, meira fingu vit inn aftur í avgjøldum og skatti. Hetta var gandaorðið. So var tað tær 200 mió. kr. sum sitandi samgonga við einum høggi, rændi frá framtíðar pensionistum, tað skuldi gerðast traktorurin hjá samgonguni, til ein øgiligan búskaparvøkstur.

Ja, tað gekk so gott, at fíggjarmálastýrið " ella onkur har " í euforiskum gleðisróma á miðnáttarleitiðí sendið tíðindaskriv til Vágaportalin og helst aðrar portalar, um tann søguliga búskaparvøkstur, sum stóð fyri framman.

Seinastu mánaðarnar hevur verið deyðatøgn, og eingin sníkur hevur verið í fíggjamálaráðnum á náttartíð, og sent út tíðindaskriv. Og Dimmalætting hevur helst grein í sínum málið, tá honí eini grein í blaðnum skrivar, citat. Møguliga hevur landið fingið eitt sindur meira inn í mvg gjøldum, tolli ella líknandi gjøldum. Men vit hava ikki nýggjari tøl enn fyri apríl í ár. Hugsa vit so um, at tað er Fíggjarmálastýrið, sum er keldan til hesi tølini, er lítið sannlíkt, at inntøkurnar eru vaksnar nakað serligt hetta árið. citat enda.

Skjøl frá Fíggjarmálastýrinum vísa at inntøkur landskassan av mvg gjøldum í 2011 vóru umleið 1 milliard og 300 mió. krónur. Hetta hóast vit fyrstu mánaðarnar av 2011 høvdu størsta arbeiðsloysi síðan kreppuárini fyrst í hálvfemsunum.

Øll flakavirkisvinnan lá í andaleypi frá Decembur 2010 til Februar-Mars mánaða 2011. Og talið av arbeiðsleysum fór upp um 2000 vegna húsagangin hjá Faroe Seafood. Samstundis lá trolaraflotin við bryggju í kanska tveir mánaðar.

Nu knappliga, samstundis sum undirritaði bað fíggjarmálastýrið um innlit í mvg intøkur landskassans fyri 2012, nú kemur fíggjarmálaráðharrin sum ketta úr høvdatrog, og vendur tingini á høvdið honum so líkt.

Í staðin fyri, at viðurkenna, at flakavirkisvinnan og trolaraflotin lóu brak í fleiri mánaðar í 2011 við harav mistum inntøkum, bæði í skatti og mvg gjøldum, so misnýtur hann hesa vanlukkuligu støðu, og samanber 2011 við 2012.

Hetta ger hann fyri, at skava út yvur hvussu lítið er komið inn í, landsskatti og mvg gjøldum í mun til tað virksemi sum hevur verið í 2012. Felagið Varðin, framskygdir sum altíð, sóu vandan við boykottinum frá Noreg og ES av landingum hjá uppisjóarflotanum. Gjørdu tí eina risa íløgu saman við Delta Seafoed í eitt nýmótans virki í Vági.

Bakkafrost hevur økt sítt virksemi ímillum annað í Fuglafjørði, so bara hesi bæði virkini, hava minka arbeiðsloysi heilt nógv.

Men hóast út við 400 arbeiðspláss eru komin afturat í 2012, so eru hesar ellivu mánaðarnar bert komnar 1116 milliónir inn á landsskatti.

Fyri fíggjarárið 2011, har virksemi hjá flakavinnuni lá brak í 2-3 mánaðar, fekk landskassin 1438 milliónir inn í landsskatti. Tað vil siga, at landskatturin fyri Decembur 2012 má vera 322 milliónir fyri, at vera ájavnt við 2011.** Í 2011 komu 1 milliard 296 milliónir inn í mvg gjøldum til landskassan.

Í 2012 eru frá Januar - Septembur komið 1 milliard 5 milliónir inn við mvg gjøldum. Tað vil siga tað sama sum, at tað resta knapt 291 milliónir í, at koma uppá somu mvg upphædd ið kom inn í 2011.

Í Rás 2 greiddi fíggjarmálaráðharrin frá, at vøksturin í byrjanina av árinum var heldur trivlandi. Her sigur hann beinleiðis ósatt, tí í Februar mánaði í ár komu næstan 1/4 millard inn í mvg gjøldum, umleið 224 milliónir, um eg minnist rætt. Teldan hjá mær hevur ikki rigga so væl í dag, tí kann onkur avsannað tað um tað ikki passar. Kann vera, at uppisjóarvirki eigur sín stóra lut í hesum.

Sum tað ljóðaði fíggjarmálaraðharranum, ( fekk ikki alt við í Vágatunnilin ) so sá tað nógv bjartari út viðvíkjandi mvg gjøldunum seinastu tveir mánaðarnar. Vónandi er tað so.

Men álvaratos, hvar er hesin øgiliga búskaparvøksturin, sum tosa verður um Tit hava tikið 200 milliónir krónur ið var ætla til framtíðarskatting, sum skuldi koma framtíðarpensiónistum til góðar, tá lutfallið av pensionistum verður eitt heilt annað enn tað er í dag. Tit hava havt allar møguleikar. Vinnan hevur borið tykkum á einum silvurfatið, við at gera íløgur fyri hundraðtals milliónir krónur, og hervið skapt fleiri hundrað arbeiðspláss. Men allíkavæl hava tit ikki orsaka hesum megnað, at skapt ein størri búskaparvøkstur enn ári frammanundan, har meginparturin av flakavinnuni lá i andaleypi í fleiri mánaðar.

Nú er tað soleiðis, at tann bókligi førningurin hjá undirritaða, einans er 7 ára barnaskúli, so kanska havi eg í míni fávitsku miskilt hvat búskaparvøkstur er fyri nakað, sorry.

Nú mundi eg gloymt skrásetingargjaldið av akførum, ið fíggjarmálaráðharrin legði sooo stóran dent á, og at tað var hækkað við 40 %. Jamen, hatta var júst tað ið andstøðan spáddi longu fyri jól 2011, tá flatskatturin var skrunblaður í gjøgnum.

Frank Davidsen