Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

32 námsfrøðilesandi missa atarvslæruna

32 næmingar raktir av verkfalli

Síðst í apríl skuldu 32 námsfrøðilesandi í starvslæru á 27 dagstovnum kring landið, men verkfallið, sum Pedagogfelagið lýsti 6. apríl fyri starvslærararnar á stovnunum, rakar nú hesar næmingarnar.

Skrivað hevur: Øssur Winthereig - PRESS

 - Verkfallið stendur við, tí eingin hevur flutt seg enn, sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.

Málið snýr seg um løn og starvsviðurskifti hjá teimum starvslærarum á stovnunum, sum taka á seg at hava ábyrgdina av teimum lesandi í tær seks vikurnar, sum tey eru í starvslæru. Avtalan um løn og starvsviðurskifti fór úr gildi 1. mars, og samráðingarnar millum felagið og Lønardeildina førdu ongan veg og heldur ikki semingsmaðurin dugdi at síggja, at grundarlag var fyri semingsuppskoti, tí nokaði Pedagogfealgið sínum limum at taka starvlærara-uppgávuna á seg.

- Vit standa í eini øgiliga ringari støðu, tí vit ikki sleppa í starvslæru, sigur Eir Jógvansdóttir, sum er ein av teimum 32, sum eftir ætlan skuldi í starvslæru í einum dagstovni seinni í mánaðinum.

-Pedagogfelagið sigur seg ikki hava ábyrgdina og samstundis føla vit heldur ikki, at tað er okkara arbeiði at samráðast við lønardeildina, sigur Eir Jógvansdóttir.

Eir sigur, at tey 32 hava skilt, at roynt verður á Fróðskaparsetrinum at finna onkra loysn, har tey lesandi kortini kunnu fáa royndir, men tað sær ikki í løtuni út sum um tað verður á nøkrum stovni.

- Vit kenna okkum har rakt, og í oktober skulu vit aftur í starvslæru og nú stúra vit eisini fyri tí, sigur Eir Jógvansdóttir.

Jógvan Philbrow sigur, at onki samband hevur verið millum partarnar síðani verkfallið var lýst.

- Eg skilji væl tey lesandi, at tey royna at leggja trýst bæði á okkum og lønardeildina, men í løtuni er eingin avtala um starvslærararnar, sigur Jógvan Philbrow.

- Lønardeildin vil hava okkara limir niður í løn. Nú fari eg at seta meg gjølla inn í alt málið og øll tølini, so mugu vit royna at koma víðari, sigur Jógvan Philbrow.