Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

37 íbúðir klárar til ólavsøku næsta ár

Tað var tíðliga í 2015, at hugskotið kom at gera ein part av Kommunuskúlanum til lestraríbúðir. Bústaðir komu síðan við eini ætlan, har skotið varð upp at byggja íbúðir í tí partinum av lonini, sum vendir móti Sjúrðargøtu og Tróndargøtu.

Síðan hevur verið arbeitt við málinum og rammuavtala millum kommununa og Bústaðir varð gjørd við ársbyrjan.

Verkætlanin varð boðin út til tveir høvuðsarbeiðstakarar, Eysturlon og Húsavarðartænastuna, sum átti lægra tilboðið. SNA, Selmar Nielsen Arkitektar, eru ráðgevar, prosjektleiðari fyri kommununa er Bergur Rask Olsen. Kommunan og Bústaðir hava síðan gjørt partalagsavtalu, um at fremja arbeiðið, sum Húsavarðartænastan nú fer undir, í felag.

Í morgun vórðu so sáttmálarnir undirskrivaðir. Og farið verður undir arbeiðið beinanvegin. Tað fyrsta, ið hendir, er at stillas verða sett upp, og so verður farið undir at skifta tak og klæða bygningin, áðrenn farið verður undir arbeiðið inni.

Tilsamans 37 íbúðir skulu standa klárar til ólavsøku næsta ár.

Aulan í skúlanum verður hildin í upprunastandi og sum áður brúkt til mentanarlig tiltøk, kórvenjingar, framsýningar, konsertir, fyrilestrar o.s.fr. Fimleikahøllin verður gjørd til innandura spælipláss.

Kommunan skipar í hesum sambandi fyri borgarafundi í kommunuskúlaauluni  tann 28. apríl kl 19.30, har kunnað verður um alla verkætlanina.