Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

379 ynskja at lesa hægri lestur á Fróðskaparsetrinum

Stórur áhugi er fyri at lesa á Fróðskaparsetri Føroya. Tá freistin at søkja inn til hægri lestur var úti 1. juli 2015, vóru tilsamans 379 umsóknir komnar inn. 

337 av umsóknunum eru til tær átta bachelorútbúgvingarnar – har av søktu 149 inn eftir kvotu 2 skipanini, meðan hinar 188 umsóknirnar eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 336 til 9 bachelorútbúgvingarnar.

Aftur í ár varð MA-lestur boðin út, og her eru komnar samanlagt 42 umsóknir inn í mun til 30 umsóknir í fjør.

Tølini skulu takast við ávísum fyrivarni. 

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis:

Bachelorútbúgvingar:
• Føroyskt: 23
• Orkuverkfrøði: 25
• Lærara: 86 
• Námsfrøði: 67 
• Sjúkrarøktarfrøði: 81 
• Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi): 27
• Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi): 9
• Søga (Smátjóðir og altjóðagerð): 19

Masterútbúgvingar:
• Løgfrøði: 23
• Føroyskt: 2 
• Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum: 17

Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 13. juli 2015.