Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í fjør tók Ruth Laksáfoss úr Klaksvík stig til eitt stórt Grannakaffi tiltak í “Gamla Betesda” bygninginum, sum stóð tómur. Ruth greiðir frá, at hon er ein av teim mongu, ið eru frísk av krabbameini...

400 gestir til Grannakaffi í Klaksvík

Í fjør tók Ruth Laksáfoss úr Klaksvík stig til eitt stórt Grannakaffi tiltak í “Gamla Betesda” bygninginum, sum stóð tómur. Ruth greiðir frá, at hon er ein av teim mongu, ið eru frísk av krabbameini, og tá ið hon sá, at Krabbameinsfelagið lýsti eftir vertum til Grannakaffi, helt hon, at hetta var eitt gott høvi at savna pening inn at granska meira á økinum.

Sjálv kendi hon seg einsamalla í síni støðu, tá ið hon bleiv sjúk, og tá ið hon var frísk aftur, gjørdi hon av at gera ein Facebook bólk undir heitinum COME-ON, Krabbameinsraktar kvinnur í norðoyggjum! Í bólkinum eru gott 40 kvinnur úr øllum landinum og endamálið er, at tær kunnu veita hvør aðrari hjálp og kunning.

Eftir at hava gjørt av at hava Grannakaffi, vóru tað nakrar í bólkinum, sum hittust og løgdu ætlan fyri, hvussu tiltakið skuldi vera. Tá ið Ruth hevði fingið játtandi svar frá eigaranum,  at tær kundu fáa “Gamla Betesda” til tiltakið, varð farið í handlar og fyritøkur í Klaksvík at fáa hesi at stuðla við ymiskum, ið tær høvdu brúk fyri. Ruth var heilt ovfarin av stóru vælvildini, ið tær fingu allastaðni. Eisini setti Ruth seg í samband við listakvinnur í Norðoyggjum, og fingu tær ikki færri enn 18 flottar málningar, sum vórðu seldir á uppboðssølu. Harafturat komu eisini ymiskir tónleikarar at undirhalda gestunum við spæli og sangi allan dagin.

Nógv varð gjørt burturúr; allir gamlir dúkar blivu tiknir úr skuffum og komu til heiðurs og æru, og av mati treyt ikki, ja har var alt uttan ”livandi grind”, sum Ruth tekur til, og heldur fram: “Vit vóru sera spentar at vita, hvussu hetta fór at spæla av, tí eingin visti, um nakar fór at koma henda leygardagin í mars.”

Klokkan 10.00 lótu hurðarnar upp, og har var javnur streymur av hugagóðum gestum í øllum aldri, sum hugnaðu sær allan dagin og stemningurin var fantastiskur. Tá ið tiltakið var liðugt, høvdu á leið 400 gestir verið á gátt. Tað var í allar mátar ein sera væleydnaður dagur, fólk vóru avbera glað at hava høvi at hittast, práta saman og samstundis veita stuðul til eitt gott endamál. “Góða undirtøkan vísti eisini á ein tørv hjá mongum at koma út at hugna sær saman, og samanumtikið var Grannakaffi í “Gamla Bethesda” eitt stak væleydnað tiltak,” sigur Ruth og heldur áfram: “Vit hava tørv á meira opinleika, tí krabbamein kann raka hvønn sum helst.” Spurd, um hon kanska hevur onkur góð ráð til onnur, ið umhugsa at skipa fyri Grannakaffi í ár, sigur Ruth løtt á málinum: “Tað er bara at taka seg saman og gera tað!”