Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ivan Klein Olsen, landsfólkayvirlitsleiðari.

435 lesandi uttanlands ætla sær at velja til Løgtingsvalið

Til komandi løgtingsval hava 435 føroyingar í útbúgving uttanfyri Føroyar møguleika at greiða atkvøðu

Umhvørvisstovan umsitur landsfólkayvirlitið, sum tekur sær av vallistunum til løgtingsvalið. Tað eru kommunurnar, ið eftirkanna og góðkenna umsóknir frá føroyingum í útbúgving uttanfyri Føroyar. Kommunurnar senda landsfólkayvirlitinum góðkendu umsóknirnar, sum førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Meginparturin av teimum lesandi búgva í Keypmannahavn og meginparturin av teimum lesandi hava eisini búð í Tórshavnar kommunu, áðrenn tey fluttu av landinum í lestrarørindum. Eisini eru lesandi, ið ætla sær á val í m.a. Avstralia, Norður Amerika, Íslandi, Noregi, Svøríki, Onglandi umframt fleiri londum í Evropa.

Tey lesandi greiða sína atkvøðu í kommununi har tey búgva, sum síðani sendir brævatkvøðuna til kommuna í Føroyum har tey búðu áðrenn tey fluttu av landinum.

Seks umsóknir um upptøku á vallistan eru ikki gingnar á møti, tí at umsøkjararnir hava haft tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, vísandi til vallógina §8a, stk. 2.

Á stóru myndini sæst Ivan Klein Olsen, landsfólkayvirlitsleiðari.