Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

475 milliónir fyri Marknagil, og hvat so?

Nú upprann so loksins løtan, har tilboðini uppá Marknagilsdepilin vóru latin upp. Onkur er kanska skelkaður, av at 155 milliónir resta í fyri at gjøgnumførða verkætlanina,men eg rokni við at heilt nógv ikki trúðu uppá, at verkætlanin kundi gjøgnumførðast fyri tað upphædd sum var upplýst í verkslagslógini,nevniliga 391 milliónir uttan innbúgv, og aðra útgerð.

Komandi tíðin kemur at vísa, um møguleiki er at spara, so samlaði kostnaðurin kann fáast munandi niður,uttan at skerja ætlanina nevnivert.

475 milliónir fyri Marknagil, kann tykjast at verða nógvur peningur, men er tað nú so øgiligt, tá í hugsa verður um aðrar gjøgnumførdar verkætlanir.Vit skula minnast til, at her er talan um 3 skúlar í einum

Hettar er eisini ein íløga í okkara ungdóm,sum ætlandi skal bera landi víðari framá..Tað hjálpir lítið, at grenja um, at okkara ungdómur rímur av landinum, um vit ikki hava ráð til at hava nøktandi utbúgvingarumstøður , at bjóða teimun.Hvussu nógv kostaði miðnámsskúlin í Hovi? Og hvussu nógv kostaðu ábøturnar, sum máttu gerðast grunda á fuskarbeiði? Ellisheimið í Vági ?(sum var ein polittiskur rossahandil)

Hvussu nógv kostaði tekniski skúli í Klaksvík, við um og útbyggingum, og játtanum sum eingin visti, hvat skuldi brúkast til .Skal ikki undra, um onkur norðoya polittikari eisini kemur við uppskoti um , at flyta maritimu útbúgvingarnar og byggja nýggjan Vinnuháskúla í Klaksvík.

Studentaskúlin og HF skeiði á Kamsdali, fiskivinnuskúlin í Vestmanna, og aðrar verkætlanir við? Veit ikki hvussu nógvir næmingar samanlagt eru á hesum skúlum,men neyvan er tað líka nógv sum Marknagilsætlanin skal rúma. Har tosa vit um umleið 1300 næmingar árliga, so hettar krevur góðar umstøður.

Eisini er vert at nevna, at tað almenna ikki hevur bygt naka av tíðningi í Tórshavn síðani 1983 , tá ið Føroya handilskúli var bygdur..

Eitt annað sum upptekur meg rættuliga nógv er,tann stóri munurin á innkomnu tilboðunum.

Eitt sum er í eyga fallandi er, at her er serliga ein útlendsk fyritøka sum skarar framúr.138,8 mió????

Næsta útl fyritøka, 158 mió

Føroysk fyritøkurnar ávikavist 171/185 mió.

Hvussu ber tað til?

Kann tað hugsast, at tað ikki eru føroyskar lønir teir kalkulerða við.???ella hevur man tryggja sær, at so er??

Eg veit bara eitt,útlendsk feløg hava fyrr gjørt almenn arbeiðir í Føroyum, uttan at okkara, ella onnur fagfeløg eg havi tosa við, hava átt nakran lim á arbeiðsplássinum. Hettar eiga mynduleikar okkara, at kannað fult út, tí um tað er rætt sum eg sigi, ja so er tað einki minni enn kappingaravlaðandi ímóti okkara heimligu fyritøkum, sum yvirhalda føroyskar sáttmálar, og átti tað at havt almennan áhuga.Vit hava íøllum førði, grundaðan mistanka um at so er. Tó skal sigast, at tar allarflestu útlendsku fyritøkurnar, hava yvirhildið føroyskar sáttmálar. Tað eigur eisini at verða nevnt, at arbeiði av at gerða skúlan , í stórstan mun eigur at kasta pening(skatt/og annað) av sar, til tað Føroyska samfelagið, og tað ger tað ikki/ella í minni mun, um útlendingar koma at byggja.

P/S

Er tað bert prísurin sum er avgerðandi, kunna vit tað sama fáa kinesarar heim , at gerða arbeiði.Tað hevði verði uppaftur bíligari.

Eli Brimsvík,formaður

Havnar Handverkarafelag