Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

5 heildarveitarar bjóða seg fram at byggja fimleikarhøll í Runavík

Fyrr í summar samtykti býráðið at fara undir at fyrireika bygging av fimleikarhøll í Runavík, og er ætlanin nú komin so langt ávegis, at arbeiðið er bjóðað út og hava 5 heildarveitarar bjóðað seg fram at byggja høllina.

Ætlanin er at gera eina nýmótans fimleikarhøll, sum, umframt at hýsa øllum vanligum fimleiki, eisini eggjar øðrum at verða virkin í nýggju kørmunum. Høllin verður bygd soleiðis, at hon eisini gevur rúm fyri alternativum virksemi til rørslu, javnvág, spæl o.a. Í høllini verður eisini opið spæliøki, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, tá tað snýr seg um eitt sunt og virkið lív, og verður fimleikarhøllin ein miðdepil fyri borgararnar í kommununi.

Høllin skal eisini kunna brúkast til størri tiltøk, eitt nú ráðstevnur, stórar framsýningar o.tl. og skal kunna knýtast saman við verandi ítróttarhøll, soleiðis at báðar hallirnar kunnu brúkast saman.** Eftir eina tilgongd, har brúkarar eru hoyrdir, er nú komið so langt áleiðis, at byggiskráin er góðkend av býráðnum.

Hví býráðið hevur raðfest eina fimleikarhøll ovarliga, kemur av, at ítróttararlívið í kommununi er ógvuliga virkið, og hevur fimleikurin havt sera vánaligar karmar at húsast undir. Fótbólturin og hondbólturin koma eisini at fáa betri umstøður í nýggja bygninginum.

Umframt at skapa nýmótans karmar til fimleikin, ynskti býráðið harumframt eisini at skapa nakað meira, soleiðis at allir borgararnir í kommuni kunnu fáa gleði av høllini. Nýggja høllin skal eggja og bjóða inn til, at annar aktivitetur eisini verður ein nátúrligur partur av virkseminum, sigur borgarstjórin Magnus Rasmussen.

Jastrid Weihe, forkvinna í Støkk hevur, saman við limum úr Støkk, NSí og Tjaldur, sitið í bygginevndini, har tey hava greinað, hvat høllin skal kunna brúkast til. ”Hetta sær út til at verða ein ógvuliga spennandi verkætlan, sum kemur at vera eitt stórt framstig fyri ítróttin í kommuni" sigur Jastrid Weihe.

Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug og klár at taka í nýtslu á heysti 2013.

Feløg, sum bjóða seg fram at luttaka í 2-fasaðu í heildararbeiðstøkukappingini: 

http://www.runavik.fo/Data/Register/0cad447d-7512-4d78-91f1-f8e935eb9824/fb232055-057f-4b11-9a9e-3b77cb925c29/f414ce0b-698e-4983-9960-0f1e93ab7560.pdf