Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

510. Lægsta fólkatalið í eina øld… og eingin kvinna vald í Sands Kommunu!

Uttan iva ein einvís niðurstøða, her dagin eftir valósigurin. Men kortini ein niðurstøða sum ikki sigur so lítið. Tað er veruleikin, nú fólkið talaði á valinum á Sandi í gjár.

Ikki tí, sjálvur stóð eg meg væl betur enn væntað, og stóra tøkk skulu tit mongu hava sum aftur hesuferð lyftu meg uppá atkvøðutindin. Tað gagnar tó lítið at skora hattrick, um liðið tapir. Øll tit sum so dyggiliga hava stuðla listanum farnu valskeiðini , har vit hava sigra ferð eftir ferð, eiga mikið rós fyri sterkan stuðul og vælvild.

Eg skal eisini nýta høvi at ynskja teimum valdu á lista A tillukku. Somuleiðis tykkara stillarum og veljarum. Vóni tit njóta løtuna, tí røsk hava tit verið í stríðnum fyri valdinum. Uttan iva raskari enn vit. Haldi heldur ikki at tað nú kann finnast at tí samanseting sum meirilutin hevur. Tí hóast grundaður á lítið sømiligan hátt, so hevur fólkið tala og sagt at soleiðis skal umboðanin vera. Tað eiga vit at virða. Eisini vit sum høvdu ynskt at eyguni sóu annarleiðis.

Tí valúrslitið lýsir eisini sera væl hvussu ymiskt vit síggja, og hvat vit meta gagnar bygdini best. Ella kanska rættari. Ikki síggja. Eftir mínum tykki er valið í gjár at samanbera við eina nútímans útgávu av Stockholmssyndrominum.

Tað verður ikki við mínum vilja at vit órógva hvussu hin listin velur at skipa seg við teimum umboðum sum fólkið hevur valt.

Mest syndarliga er tó at Sandingar onga kvinnu valdu í kommunstýrið anno 2012. Hettar samstundis sum fólkatalið er søguliga lágt, og søguliga skjótt fallandi. Tað er ein kós sum minnir ikki sørt um støðuna í londum vit helst ikki vilja samanberast við.

Hendrik Egholm, Bárður Olsen og Heri Jacobsen eru nývaldir. Tillukku og vælkomnir. Eri sera harmur um at Olga Fossdalsá og Lis Clementsen ikki vunnu innaftur hesuferð. Teirra lutur í menningini av bygdini liggur so ikki eftir. Takki so mirðiliga fyri framúr gott samstarv.

Vóni at bygdin stendur seg betur enn ábendingarnar eru í løtuni. Hinvegin er kósin sett av fólkinum. Og tað sum fólkið vil, eiga vit at virða til fólkið aftur talar.

Vit á Lista C. fara framhaldandi at leggja alla orku í at arbeiða allari bygdini at gagni.

Páll á Reynatúgvu