Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

6. okt. 1992 – 6. okt. 20??

6. okt. 1992 fór Føroyar so logandi á heysin. Privatkapitalistar, spekulantar, fíggjarstovnar og ábyrgdarleysir politikarar høvdu spælt fallit, og uml. 5000 av okkara óseku borgarum máttu gjalda við øllum tey áttu, stinga í sekkin og fara í onnur lond fyri at kunna breyðføða seg og síni. Áðurnevnda harkalið varð fríkent, tí allir kendu til fíggarsvikini og høvdu verið við til at fremja tey. Heilt fantastiskt.

Og tað sær – Guð hjálpi mær – út, sum um vit als einki hava lært. Undirgandsskósin er aftur løgd og slagið av aktørum er stórt sæð tað sama.

Privatkapitalistarnir hava verið – eins og áður – skjótir til verka og hava mest sum sett seg á politisku maktina og tiltuskað sær fólksins fiskiríkidømi, nakrir hava enntá nýtt útlendskar kapitalistar og eru - at síggja til - strámenn í tjóvartøkuni , nakað ið kann verða brandólogligt, men sum eingin kannar, men sum myndugleikin bert vendir blinda eyga og deyva oyra til.

Bankarnir og/ella fíggingarstovnarnir krevja rullandi loyvir uttan áramál fyri at vera við í dansinum um gullkálvin. Fólkið betalir, men verður ikki spurt. Tey kunnu bert bíða til tey fáa lønina: fótin í reyvina eins og hini fingu – og síðani av landinum.

Og soleiðis verða tær Guðsgivnu gávurnar til alt fólkið, í staðin fyri at gerast eitt vælsignilsi, transformeraðar til eitt forbannilsi fyri tey mongu, ið ikki hoyra til í kapitalistanna útvalda skara.** Einasta loysn tykist at vera, um fólkið gerst aktivt í einum uttanumparlamentariskum stríði fyri fólksins rættindum. Byrjað kundi verið við einum fólkafundi við t.d. Fylgjandi skrá:

1. Nei til eitt nýtt 6. okt.

2. Steðgið tjóvartøkuni av fólksins og.

3. Gevið fólkinum tað, ið fólksins er.

Tí steðgar fólkið ikki tjóvartøkugongdini við m.a. uttanumparlamentariskum framferðarhættum, so verða vit ósvikaligt stýrd móti einum skjótt komandi 6. okt. við eini fólkaflyting, ið tá fer at siga spar tvey til hana, ið bleiv aktuel eftir 6. okt. 1992.

Enn er ikki ov seint at forða fyri einum skrædli, men einasta trygd fyri neyðugum broytingunum er eitt aktivt fólk, ið tekur sína ábyrgd á seg, og sum virkið fer til verka.

Verið vís í, at vit megna at fremja tað, ið skal til, bert vit vilja. Lat okkum koma í gongd.

Dagfinnur Danbjørg.