Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

600 BØRN Á ADIDAS SUMMAR CUP

Annað árið á rað skipar B36 fyri stórari barna- og ungdómskapping, sum aftur í ár hevur fingið heitið Adidas Summar Cup. Kappingin byrjaði í morgun. 

Tiltakið gevur bæði børnum og ungum møguleikan at íðka og kappast, nú stundir veruliga eru til tað í summarfrítíðini.

Adidas Summar Cup sær út til at vera komin fyri at verða verandi. Í ár eru 600 leikarar úr øllum landinum savnaðir í høvuðsstaðnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði fyrrapartin vegna Tórshavnar kommunu øllum at vera vælkomin til Adidas Summar Cup 2015, og hann lýsti kappingina at vera setta við orðunum niðanfyri.

--- --- ---

Góðu fótbóltsspælarar og góðu fyrireikarar!

Fótbóltur er eitt sosialt og savnandi spæl, ið riggar allarbest, um alt liðið stendur saman og allir spælararnir royna at hjálpa hvørjum øðrum.

Tað ber ikki til hjá einum einsamøllum spælara at vinna nakran dyst, tí neyðugt er við samanspæli og samstarvi, skulu dystirnir vinnast.

Sjálvandi er tað altíð gott at eiga onkran, ið kann skjóta málini, og onkran, ið kann leggja upp til málini, men minst líka nógv ræður um, at hitt liðið ikki fær mál.

Tí veruleikin er tann, at allir spælararnir eiga sítt pláss á liðnum, og bert við einum felags innsatsi ber til at røkka tey málini, liðið saman hevur sett sær.

Eitt fótbóltslið er sum ein keta, har øll hava sama týdning og gera sama mun, tí hetta er jú liðítróttur og ikki einstaklingaítróttur.

* * * 

Sjálvandi snýr Adidas Summar Cup seg fyrst og fremst um fótbólt, men tá tit onkra løtu hava brúk fyri at hvíla tykkum, er sanniliga eisini nógv annað at takast við.

Event-økið, har tit kunnu stytta tykkum stundir millum dystirnar og stuttleika tykkum saman við vinum og liðfeløgum, er eitt frálíkt tiltak.

Har kunnu tit royna »street«-fótbólt, hoppiborgir, Fifa 15 og nógv annað stuttligt, umframt at tit eisini sleppa at svimja og bowla.

Somuleiðis verður føroyameistarakapping í brotssparki, har málmenn úr Effo-deildini bjóða tykkum av, so her er ikki smávegis á skránni í allan dag.

Fyrireikararnir skulu tí fáa eitt stórt herðaklapp fyri at duga at hugsa út um strikurnar og tann vanliga vøllin, so hetta tí verður nógv meira enn bara ein fótbóltskapping.

* * * 

At tað við Adidas Summar Cup er eydnast at savna børn og ung úr øllum Føroyum í Gundadali, á Argjum og á Tórsvølli í dag, eru vit í høvuðsstaðnum sera fegin um.

Kanska fara tit einaferð at fortelja tykkara ommu- og abbabørnum um, hvussu tað var hinaferð í 2015, tá tit vóru við til eina stóra fótbóltskapping í Havn? Ja, hvør veit!

Helst fara tit at minnast aftur á tað, vit fáa at síggja um eina løtu, tá fótbóltssnillingar við sínum bestu kynstrum fara at vísa, at eisini pláss fyri einstaklingum í fótbólti.

Men tit mugu bara ongantíð gloyma, at óansæð einstaklingar, so er altíð brúk fyri øllum liðnum, tá tað snýr seg um at røkka veruligum úrslitum í fótbólti.

Tað snýr seg um at spæla saman og at vera saman sum eitt lið, og tað vóni eg, verður tykkum øllum somlum ein góður lærdómur, tá hesin dagurin er av.

Takk fyri!