Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

68 ár síðan føroyingar vrakaðu blokkin

14. september 1946 er størsti dagur í Føroya søgu, tí henda dag vóru føroyingar á fólkaatkvøðu og vrakaðu eitt tilboð frá donsku stjórnini um at innlimast í Danmarkar ríki.** Eitt av tí, vit tá vrakaðu, var at fáa blokkstuðul.

Hetta er einastu ferð føroyingar hava verið spurdir um teir skoyta um at fáa stuðul úr Danmørk – og teir søgdu nei takk.

Hví gjørdu teir tað?

Grundgevingin er sjávandi, at føroyingar ikki hildu tað vera gott at fáa henda stuðul. Hetta prógvar, at føroyingar eru klókir, tí økonomar um allan heim hava síðani víst á, at einki er so skaðiligt fyri eitt land, sum at stýri tess tekur við stuðli uttanifrá. Hetta er fíggjarlig deyðshjálp.

Sjálvandi vóru tað nøkur í Føroyum, sum høvdu gagn av stuðlinum úr Danmørk.

Hesi vóru tey, sum stýrdu okkum. Við at taka við donskum stuðli kundu tey flyta hann til teirra, sum høvdu vald í Føroyum og frá teimum keypa sær undirtøku til at sleppa í poltiskar sessir.

Hetta hevði gingið fínt í mong ár, og tað kom teimum ikki til hugs, at ein fólkaatkvøða kundi forkoma teimum hetta pannukøkuhús.

Eitt av tí, hesir stuðulsfjepparar fegnaðust almikið um, var at ein kurtalig kelda nú fór at geva enn meir av sær. Eitt av uppskotunum í stjórnartilboðnum var nevnliga, at Føroyar ikki sum higartil bert skuldu hava eitt umboð á fólkatingi, men tvey. Støðan var tá tann, at føroyingar høvdu valt Thorstein Petersen inn á fólkating, og hann var ikki mjúkur at strúka. Hann sýtti eitt nú fyri at geva tað hátíðarliga lyftið um at halda donsku stjórnarskránna, sum fólkatingsmenn skuldu geva, men hann slapp undan! Annars var danating tá í tveimum deildum, tí umframt fólkatingið var tá eitt landsting, og har hevði løgtingið valt ein sambandsmann, sum í Danmark var limur í tingbólki sosialdemokratanna. Báðir partar í føroyskum politikki vóru sostatt umboðaðir á danatingi, men hetta var ikki nóg mikið fyri ráðandi flokkarnar, tí nú skuldi eitt umboð afturat veljast inn har, og tað fór uttan iva annaðhvørt at umboða Sambandsflokkin ella Javnaðarflokkin.

Tá Javnaðarflokkurin fekk hesi boðini, og skilti at útlit var fyri, at hann fekk ein sess á danatingi, tók hann undir við tilboðnum frá stjórnini.

Drúgt er tað ið drýpur, og hesar stuðulsupphæddir høvdu leingi ávirkað føroyskan politikk. Fyrstu ferð hetta kom upp á tal var tá stættartingini komu í eyga í átjanhundraðogtretivuárunum. Tá avgjørdi stjórn Danmarkar, at har skuldi sita eitt umboð fyri Føroyar. Hetta umboð var valt av kongi, sum eisini betalti lønina.Hetta gjørdist ein frynsugóði til fyrrverandi kongligar embætismenn í Føroyum. Tá kom skjótt upp á tal, at føroyingar sjálvir skuldu velja hetta umboð. Reglan var tann, at tað valdømið, sum valdi umboðið, eisini skuldi gjalda lønarútreiðslurnar. Tá føroyingar hoyrdu, at teir skuldu gjalda fyri sítt valda umboð, øtaðust teir við og søgdu nei takk. Kongur hekk tí upp á at gjalda fyri føroyska umboðið, og tað vil siga at danir skuldu gjalda fyri tað. Illa bar til hjá hesum umboði at taka støðu til hvørt tað skuldi tæna danska statsvaldinum ella føroyska fólkinum.

Í 1851 valdu vit á fyrsta sinni umboð á danating. Hetta var ikki tí vit høvdu biðið um tað, men nakað sum danir funnu uppá. Tað lá ikki so væl fyri hjá teimum at krevja at vit skuldu gjalda fyri hesi óbidnu umboð, og tí helt galdandi skipanin fram, so danir betaltu fyri okkara umboð. Her er tí greitt talan um ein stuðul til nakrar ávísar føroyingar, og av tí at teir sita á danatingi og ikki verða løntir av føroyska fólkinum, men av dønum, er vandi fyri, at teir, um ivamál koma fyri, kunnu gerast í so danahallir.** Á fólkaatkvøðuni fyri 68 árum síðani sluppu føroyingar fyri einastu ferð at taka støðu til um teir yvirhøvur vildu hava umboð á danatingi sum danir guldu fyri. Hetta uppskot fall eins og alt annað, sum hevði við danskan stuðul at gera.

Føroyingar hava tí ikki bert vrakað blokkstuðul, men eisini allan annan stuðul úr Danmørk, herundir danskt løntar umboðsmenn á danatingi.** Men teir stjórnmálamenn, sum løgdu hesar spurningar fyri Føroya fólk og fingu greitt svar, at hetta vildi føroyingar ikki hava, lurtaðu ikki eftir boðunum og gjørdu beint tað øvuta av tí sum veljararnir vildu hava teir at gera. Tí sita vit framvegis í somu suggu og hava danskan stuðul og danskt lønt umboð á fólkatingi.

Tað er ikki hissini díki, vit av hesum skeivu avgerðunum eru komin útí.

Spurningurin er hvar vit skulu leggja á við vón um at fáa vilja fólksins settan í verk.

Er ein gongd leið, at vit velja umboð á danating, sum sýta fyri at taka við løn frá donsku skattgjaldarunum?

Zakarias Wang