Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

7 verkætlanir hava fingið stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk

Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita 7 verkætlanum stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk.

Lýst hevur verið við játtanini í bløðunum og á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum í januar mánaði. Tá umsóknarfreistin var farin, hevði ráðið móttikið 22 umsóknir.

Verkætlanirnar, ið hava fingið tilsøgn um stuðul, eru hesar:

William Simonsen hevur fingið kr. 182.000 til at halda fram við verkætlanini “Føroyska náttúran alt árið – upplivingar í náttúruni teir ymisku mánaðirnar”

Endamálið við verkætlanini er at gera elektroniska hondbók , sum við myndum og orðum lýsir allar tær upplivingar, sum finnast í Føroysku náttúruni árið runt. Í bókini verður eisini upplýst, hvussu almenningurin best kann taka atlit at og hava ábyrgd av okkara felags náttúru.

Dugni Endurnýtslan á Kambsdali hevur fingið kr. 160.000 til verkætlanina “Endurnýtsla av trøum og runnum”

Endamálið við hesi verkætlan er at endurnýta tilfar, sum verður burturbeint og brent. Talan er m.a. um at gera flis (dekkbark) burtur úr trøum og runnum, sum skulu burtur, gera kanningar um, hvussu nógva orku IRF brúkar at brenna tílíkt tilfar o.a.

Bergur Olsen hevur fingið kr. 38.560 til verkætlanina “Fuglakanningar í Skúvoy – Lívfrøðiligt margfeldi og veðurlagsbroytingar”

Endamálið er at telja heiðafuglin og allan annan fugl, sum ikki er bjargafuglur, (bjargafuglurin verður taldur undir eini aðrari verkætlan) so vit kunnu fylgja gongdini við øllum fuglinum í Skúvoynni, nú oyggin er blivin lýst sum Ramsarøki. Føroya Náttúrugripasavn hevur fingið kr. 35.000 til verkætlanina “Arktiskt samstarv innan lívfrøðiligt margfeldi”

Endamálið við samstarvinum í Arktisk er at menna vitanina um plantur og dýr í náttúruni og seta hesa vitan í samband við broytingar í umhvørvinum, eitt nú veðurlagsbroytingar.

Umhvørvisstovan hevur fingið kr. 204.320 til verkætlanina “Kanningar av uttandura luftgóðskuni í Føroyum”

Endamálið við hesi verkætlan er at fáa í lag støðugar kanningar av úrvaldum dálkandi evnum í uttanduraluftini í Føroyum. Kanningarnar verða gjørdar við atliti til fólkaheilsu (luftdálking frá ferðslu), konventiónum og tilbúgving (í mun til m.a. eldsbruna og eldgos)

Hugo Kristiansen hevur fingið kr. 50.120 til verkætlanina “Koyr Grønt” Endamálið er at veita frálæru í orkusparandi koyring. Tílík frálæra fer at kunna síggjast aftur bæði í CO2 útláti, ferðslutrygd o.ø.

Anna P. Mortensen hevur fingið kr. 50.000 til verkætlanina “Brikolasj – ein opin verkstaður”

Endamálið við verkætlanini er at endurnýta áður brúkt tilfar, so sum klæðir, træ, gummi, ymisk tekstil og gagnnýta ull, tálg v.m. At skapa og framleiða eina dygdargóða vøru úr brúktum tilfari, skipa fyri skeiðum o.ø.