Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

75 ár síðan provisoriumerkini frá 1940-41 vórðu tikin í nýtslu

Í Føroyum endurtók søgan seg í stóran mun, um vit samanbera seinna heimsbardaga við fyrra: Avbyrging í mun til restina av ríkinum, har einasta sambandið út í heim var við Bretland og lutvíst Ísland. Skjótt var vørutrot gerandisdagur og longu í 1939 vórðu t.d. skamtanarmerki tikin í nýtslu. Provisoriskir pengaseðlar vórðu eisini tiknir í nýtslu. 

Tað var eisini lagnunnar speisemi, at óttin og vandin fyri frímerkjatroti kom í á posthúsinum í Havn í 1940 eins og í 1919, har postmeistarin var Johan Danielsen, sum eisini kendi til støðuna í 1919.

Danielsen visti fullvæl, at goymslan av frímerkjum við átrokandi virðum neyvan var nøktandi, meðan tað helst var ovmikið av øðrum virðum.

Fortreytirnar at fáa fleiri frímerki til Føroya vóru tó ikki av teimum bestu, skuldi tað vísa seg, hóast kríggið brast á í september 1939 og Danmark ikki varð hertikið fyrr enn 9. apríl 1940.

Postsambandið var hampiliga regluligt ta fyrstu tíðina, men á heysti 1939 kravdu bretsku myndugleikarnir, at skipafeløgini m.a. DFDS og Bergenska sum sigldu millum Danmark og Føroya við posti, skuldu inn í Kirkwall til eftirlit, t.v.s. sensur. Avleiðingin var, at hesi feløg longu í februar 1940 boðaðu frá, at tey ikki tóku post við á hesari rutu.

M.a. av hesum orsøkum og truplum siglingarlíkindum, so sum nógvum ísi í Skagerrak og Kattegat, heldur enn av krígsávum, fekk posthúsið í Havn ikki tey neyðugu frímerkini, áðrenn Danmark varð hersett 9. apríl 1940. Samstundis settu bretar teir fyrstu 250 hermenninar á land í Føroyum tann 13. apríl 1940. ”Islandsk Falk”, sum kom á Havnina tann 23. februar 1940, skuldi vísa seg at verða seinasta vanliga postsambandið millum Danmark og Føroyar til kríggið var av.

Tað bøtti ikki um støðuna hjá Danielsen postmeistara, at amtmaðurin Hilbert, helst fyri at staðfesta sína støðu sum ”The Governor” í Føroyum, gav boð um, at tey nýggju postgjøldini í Danmark skuldu setast í gildi í Føroyum 10. juli 1940. Hetta, hóast eingin visti nær ella um Føroyar fingu nøkur frímerki svarandi til nýggju postgjøldini, har t.d. eitt vanligt bræv fór úr 15 oyru upp í 20 oyru!** Danielsen, postmeistari hevði longu tann 27. apríl 1940, skrivað til skrivstovuna hjá Heimspostfelagnum í Bern (UPU), at fáa tey at skipa soleiðis fyri at donsk frímerki kundu verða send umvegis uttanveltað lond til Føroya, men eingin visti, hvussu hetta fór at eydnast.

Ein av fyrstu loysnunum, sum Danielsen arbeiddi við, var at gera sonevnd ”FRANCO BETALT” hondstempul áljóðandi 5 øre, 10 øre og 20 øre. Fýra sett vórðu gjørd at nýta í Havn, Klaksvík, Tvøroyri og Vági.

Men Danielsen hálsaði um. Honum dámdi als ikki hesa ótraditionellu loysn. Heldur valdi hann ta kendu loysnina frá 1919, at posthúsini um neyðugt skuldu klára seg við yvirstemplaðum frímerkjum sum longst. Franko hondstempul vórðu tískil løgd í skuffuna í fyrsta umfari.

Yvirstemplað frímerki verða tikin í nýtslu
Prentsmiðjan hjá H.N.J. Bókahandli fekk ein virknan leiklut, tá avgerð varð tikin um at yvirprenta tey fyrstu frímerkini á heysti 1940. Tað var yvirkontrollørurin Laurits D. Hansen, ið var virkandi postmeistari, sum stóð fyri hesum arbeiði, tí Danielsen var sjúkrameldaður um hetta mundið.

Tvey ørk, reytt 15 oyru ”Karavel” vórðu nýtt sum royndarørk, har eitt 20 tal varð prentað yvir 15 talið. Hesi royndarprent miseydnaðust, tí mett var at yvirprentið sást ov illa. Tískil varð ein bjálki settur undir 20 talið, tá tey 1399 ørkini vórðu prentað. Hesi vórðu seld fyrstu ferð tann 2. november 1940.

Hóast nakrar pakkasendingar við frímerkjum úr Danmark náddu heim til Føroya umvegis uttanveltað lond eftir hesa fyrstu yvirprentingina, so gjørdist listin við yvirstemplaðum frímerkjum í Føroyum undir seinna heimsbardaga longri, tí ymisk frímerkjavirði gingu undan sum fráleið.