Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

90 milliónir krónir í skeivum lummum

Taks boðar nú frá, at uml. 90 mill. kr. liggja í lummum hjá fólki, ið einki eiga í peninginum. Hetta eru MVG – pengar hjá landskassanum. Útistandi skattur varð ikki nevndur, men man eisini snúgva seg um nakrar 10-tals milliónir kr. Avvarandi myndugleikar gera lítið og einki við tað, og alment er kent, at nøkur í skipanini onki hava ímóti, at so er. Stórt spell og stórur skaði fyri mong, serliga teimum, ið hava størstan tørv á hjálp.

Tær áðurnevndu 90.000.000 kr. kundu loyst mangar trupulleikar m.a í Almannaverkinum, har høgraharkaliðið ger innrás við myrkabrúnum anda og krevur, at tey gomlu ikki skulu hava kvalitetstíð, men minimaltíð. Alt skal fremjast við rúkandi ferð. Eingin sosial samvera. Tað kostar. Og kapitalurin hevur ikki ráð.

Ikki bara gomul, men eisini faðir- og móðirleys, sjúk og heimleys og onnur við kundu fingið neyðugan stuðul, bert tann peningurin, ið eigur at koma inn, eisini kom inn. Men líkasæla og illvilji móti tí solidariska samfelagnum, førir tað ósolidariska høgraradikala samfelagið fram við teim negativu fylgjunum, ið vit kunnu síggja, og sum vit eisini bæði kunnu hoyra og lesa um. Teirra motto er: tak frá teimum, ið lítið og einki hava og gev teimum vælbjargaðu tað.

Hesir óndu leiðararnir høvdu ikki klára at framt skaðarnir einsamallir, men teir hava bæði læru- og fylgisveinar, ið harvið átaka sær høvuðsábyrgdina fyri tí ósolidarisku samfelagsskipanini.** Mann skuldi trúð, at tað var lygn, tá ein av læru- og fylgisveina flokkunum í vikuskiftinum heldur landsfund við soljóðandi skrá: Etisk, social og andalig evni.

Man skal nærmast tosa í tungum og hoyra í oyrum fyri at úttala seg um og hoyra nakað, ið yvirhøvur hevur nakað við skránna at gera, tí floksins praksis kann mest av øllum samanlíknast við viðvendan Robin Hood rrøvara- og kúgingarpolitik.

Nei, hørð og avgjørd krøv eiga at verða sett, soleiðis at myndugleikarnir fáa fingrarnar út úr einum vissum stað, og syrgja fyri, at landsskassin fær tað, sum hann eigur innan fyri einar 6 mðr., so hann betur kann røkja sínar skyldur yvir fyri teimum áðurnevndu bólkunum.

Dagfinnur Danbjørg.