Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á fundi við ísraelskar borgarstjórar

Annika Olsen hevyr verið á fundi við borgarstjórarnar i Jerusalem, Tel Aviv og Haifa. Á ferðini í Ísrael hevur Annika Olsen, borgarstjóri, m.a. hitt borgarstjórarnar í trimum teimum størstu býunum í Ísrael, Jerusalem, Tel Aviv og Haifa.

Hetta fór fram sum liður í borgarstjóraráðstevnuni, sum hevur verið seinastu dagarnar í Ísrael, har borgarstjórar úr 40 londum hava luttikið.

Teir tríggir borgarstjórarnir, Nir Barkat í Jerusalem, Ron Huldai í Tel Aviv og Yona Havav í Haifa, greiddu frá møguleikum og avbjóðingum í teimum trimum býunum, og talan var um gevandi og áhugaverdar fundir. Teir tríggir borgarstjórarnir løgdu allir hvør í sínum lagi dent á útbúgving, íverksetan og nýggja tøkni sum eina fortreyt fyri framtíðar menning.

Ísrael hevur seinastu árini flutt seg langt fram á leið tøkniliga. Í Haifa, sum hevur umleið 300.000 íbúgvar, ganga 65.000 lesandi á teimum mongu lærustovnunum í býnum, og nógv verður lagt fyri at skapa íverksetarafyritøkum og nýggjum fyritøkum góð viðurskifti at virka í.

Býirnir leggja dent á sonevndar Smart City-loysnir, ið eru tøkniligar skipanir, ið eitt nú hava til endamáls at minka um almennu nýtsluna á el- og orkuøkinum, lætta um arbeiðið innan umsorganarøkið og breiða nýggja tøkni út til borgaran.

Ísrael er eitt tað mest framkomna landið i heiminum innan tøkni og smart city-loysnir. Eitt nú vitjaði borgarstjórarnir stóru fyritøkuna, Mobileye, ið framleiðir tøkni til sjálvkoyrandi akfør og tól til eitt nú sjónveik, ið lættir um gerandisdagin hjá teimum.

Mobileye hevur gjørt avtalu við fleiri bilframleiðarar um at menna tøknina, ið krevst fyri at gera sjálvkoyrandi bilar tryggar í ferðsluni, og felagið hevur gjørt avtalu við BMW, at í 2021 skulu 1000 sjálvkoyrandi bilar koyra i München við tøkni frá Mobileye.

- Samanumtikið hevur talan var um sera gevandi vitjanir í Ísrael og hevur hetta knýtt sambondini landanna millum.  Hóast Føroyar og Ísrael eru ólík samfeløg, gevur virkisfýsnið hjá ísraelskum fyritøkum stóran íblástur, og hetta taki eg við mær heim aftur í royndunum at gera Havnina til ein tryggari og betri bý fyri borgaran at búgva í.