Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á markinum til rangsnúgving

Tað er sjáldan, at ein sum politikari møtir eini so gjøgnumført misvísandi grein sum greinini “Á markinum til oyðsl” hjá Georg L. Petersen í Dimmalætting 27. mars 2013.

Upprunaliga høvið var, at um ársskiftið hevði Heðin Mortensen havt sæti í Tórshavnar býráði í samfull 40 ár. Sum vit áður hava greitt frá í tíðindabrævinum “Um 40 ára hátíðarhaldið”, gjørdu allir býráðslimirnir (uttan Heðin Mortensen) í heyst av at skipa fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.

Tórshavnar býráð sá hátíðarhaldið sum eitt einastandandi høvi til at varpa ljós á býráðsarbeiðið: Við at siga søguna um Heðin Mortensen í býráðspolitikki, bar samstundis til at seta nýggjaru býráðssøguna – avbjóðingar, menning, loysnir og nýggjar avbjóðingar – í brennidepilin á ein ítøkiligan, greiðan og jaligan hátt. Og soleiðis bar eisini til at peika á, hvussu hvør einstakur við virkisfýsni og áhaldni kann gera mun í lokalpolitikki.

Í greinini í Dimmalætting verður hetta serstaka hátíðarhald samanborið við áhaldandi ovurnýtsluna og dýru veitslurnar, sum danski borgarstjórin, Peter Brixtofte, skipaði fyri í síni tíð. Somuleiðis verður samanborið við eina veitslu í Vesturjútlandi í 2006, sum eftirlitismyndugleikin helt vera í so nógv av tí góða, uttan tó at gera meira við málið.

Samanberingin

Hvussu rigga so samanberingarnar hjá Georg L. Petersen í Dimmu?

Fyrst og fremst, so er ikki talan um eina veitslu, sum borgarstjórin skipaði fyri. Eitt samt býráð gjørdi á fundi, har Heðin Mortensen ikki var til staðar, av at skipa fyri hátíðarhaldi í sambandi við hendan í býarpolitiskum serstaka 40 ára dag.

Georg L. Petersen endurgevur, at bæði serstaka kanningarnevndin og rætturin komu til ta niðurstøðu, at bara í heilt serstøkum føri eigur kostnaðurin fyri døgurða, sum ein kommuna skipar fyri, at kunna fara upp um 1.000 krónur fyri hvønn gest. So vita vit tað, at hetta var støðan í Danmark í 2002, tá um vanlig føri ræður.

Men nú var ikki talan um eitt vanligt føri. Fyri fyrstu og higartil einastu ferð í 104 ára søgu býráðsins var tað hent, at býráðslimur hevði havt sæti í samfull 40 ár. Um hetta ikki er heilt serstakt, hvat skuldi so verið heilt serstakt?

Krónutalið

Georg L. Petersen samanber við Brixtofte-málið, har borgarstjórin eitt nú keypti átta vínfløskur fyri 61.440 krónur. Hvussu sambandið haðani er til ein døgurða, sum kostar 1400 krónur fyri hvønn, er ógreitt.

Kostnaðurin fyri døgurðar, ið ein kommuna í Danmark skipar fyri, eigur einans í heilt serstøkum førum at kunna fara upp um 1.000 krónur fyri hvønn gest, søgdu kanningarnevndin og rætturin í Danmark. Men tað var altso afturi í 2002, og hartil var tað í Danmark.

Vit hava eftirhondini fingið fleiri kanningar, sum prógva, at kostnaðarstøðið í Føroyum yvirhøvur er 25-30 prosent hægri enn í Danmark. Haraftrat, so eru avgjøldini á øll sløg av drykkivørum munandi hægri í Føroyum enn í Danmark, og bannað er at lata mongdaravsláttur.

Longu áðrenn vit tí leggja upp fyri inflatiónini – at keypiorkan í krónuni lækkar fyri hvørt ár, sum fer – er tí einki at taka seg aftur í, at í meðal mugu vit rokna við, at 1.400 krónur orka at keypa eina minni flotta máltíð í Føroyum í dag, enn 1.000 krónur kundu orka at keypa í Danmark í 2002 ella 2006.

Men hetta tykist ikki hava áhuga hjá greinaskrivaranum Georg L. Petersen. Hann hevur heldur ikki roynt at spyrja okkum um hesi viðurskifti.

Vald og ábyrgd

Tann, sum er fólkavaldur, hevur fingið eina álitisváttan frá fólkinum. Men við álitinum fylgir eisini vald, og ansar tú ikki eftir, kann valdið taka ræði á samvitsku tíni, so tú nýtir tað, sum tú ikki skuldi – eitt nú til at geva tær sjálvum ella familju tíni órímiligar fyrimunir. Tí mugu vit javnan steðga á, og spyrja okkum sjálv, um tað nú er rætt og rímiligt, sum vit gera. Og tí er tað gull vert, at fjølmiðlarnir áhaldandi varpa ljós á og seta beinrakin spurnartekin við tað, sum vit gera.

Men tey, sum velja at arbeiða sum tíðindafólk, átaka sær somuleiðis stóra ábyrgd og stórt vald. Tey seta dagsskránna, og skulu hvørja ferð velja, hvussu tey snúgva tíðindaflutninginum. Ansa tey ikki eftir, so kann endin verða, at fjølmiðlafólk geva sær sjálvum ella familju síni órímiligar fyrimunir – ella tey skriva síni egnu sjónarmið.

Men lesarin veit ikki betur, enn at talan er um tíðindaflutning. Og hvør skal tá ansa eftir? Eftir okkara tykki hevur tað, sum Dimmalætting hevur borið fram á torg um 40 ára hátíðarhaldið fyri Heðini Mortensen, ikki verið reiðiligur tíðindaflutningur, men heldur ein uppgjørd gølusøga, ið alt meira hevur nærkast markinum til rangsnúgving.

Vit kunnu bara minna á, at tað var eitt samt býráð, sum gjørdi av, hvussu farast skuldi fram, og vit hava einki at krógva.

Bogi Andreasen og Sjúrður Olsen

Býráðslimir í Tórshavnar býráð