Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Á VIRKISVITJAN Í HAVNINI

Fyrradagin vitjaði borgarstjórin fleiri fyritøkur í býnum. Onkur hevði rundan dag, onkur var akkurát upplatin og onkur hevði flutt adressu. Við borgarstjóranum var leiðarin á Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og mentadeildarleiðarin, Jákup SImonsen.

Vitjað varð fyrst hjá Maskinkoyring og entreprenørinum Karl Patursson á Hjalla 19, ein fyritøka, sum nú hevur 30 ár á baki. Karl keypti sína fyrstu maskinu í 1984 og er framvegis stjóri í felangum, sum er kent sum eitt av mest álítandi feløgum innan førosyka byggivinnu. Felagið heldur til á Hjalla, har borgarstjórin og leiðarin fyri Hugskotinum vitjaðu eina løtu týsdagin.

Næst varð vitjað inn á gólvið hjá Mikkalinu Glas í Niels Finsensgøtu 32, har eigarin, Mikkalina Norðberg, tók ímóti og greiddi frá framleiðslu, útboði, eftirspurningi og ikki minst úrvali. Mikkalina hevur samstarv við útlendskar glasserfrøðingar, m.a. um undirvísing í Føroyum. Borgarstjórin, leiðarin fyri Hugskotinum, Jónhild Rasmussen, og mentadeildaleiðarin, Jákup SImonsen, fingu høvi at síggja, hvussu framleiðslan fer fram frá byrjan til enda.

Í kjallaranum á Niels Finsensgøtu 32 heldur mótahandilin Notre Dame til. Hetta er ein heilt serligur mótahandil fyri kvinnur, ið selir nýggjastu merkivørurnar, sum liggja í fínara og dýrara endanum. Handilin er nýggjur og hevur fingið eina sera góða byrjan, sigur eigarin Nadja Midjord. Handilin selir eisini lutir til heimið.

Hon + Hann er ein stórur spildurnýggjur klædnahandil til bæði kvinnur og menn, sum liggur í R. C. Effersøesgøtu 23, bara eitt hanagleiv frá SMS. Klæðini verða seld fyri avbera sámuligan prís - prísirnir liggja í mongum førum munandi lægri enn teir donsku. Tað er Havgrímur Johannesen, sum eigur handilin, aftrat sær hevur hann fingið eitt úrvalslið av serkønum og glaðum fólki!