Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Thetis er nýggj heilsufrøðilig kanningarstova, sum heldur til í høvuðsstaðnum. Fyritøkan heldur til í granskingarsetrinum iNova við Hoydalsvegin og bjóðar heilsufrøðiligar matvøru- og vatnkanningar í Føroyum. 

 Í gjár vitjaði borgarstjórin Thetis saman við Jónhild Rasmussen, umsitara á Hugskotinum, til kunning um virksemi og eitt prát um framtíðar ætlanir. Tær báðar Marita Debess Magnussen og Guðrun Højgaard starvast á nýggju kanningarstovuni. 

Marita er mikrobiologur og harumframt stjóri, og Guðrun samskipar dagliga arbeiði sum laborantur. Fyritøkan leggur seg eftir at veita góðsku og skjótleika, so kundarnir fáa fyrispurningar og tænastur avgreiddar so skjótt, sum til ber. 

 Thetis er ikki bara nýstovnað fyritøka, men er eisini fyrsti leikarin, sum tekur kappingina upp við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at veita eitt nú matvøru- og vatnkanningar til privat virki, fyritøkur og almennar stovnar. 

 Marita Debess Magnussen, stjóri, greiddi frá, at eitt mál hjá teimum er at fáa fleiri kanningar gjørdar í Havn, sum í dag annars verða sendar av landinum. Les meira um Thetis HER: http://thetis.fo/