Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

(Myndin aftast f.vinstru: John Kári Midjord, Thomas Juul Thomsen, Kári Skála og Rói B. Poulsen. Fremst f.vinstru: Regin Dalsgarð, Martin Dalsgarð og Doris V. Rasmussen)
(Myndatøka: Kristian Dahl)

AB nýggja nevnd

AB hevði ársaðalfund hóskvøldið 3. mars, og vóru nógv fólk komin á aðalfund.
Nevndin Argja Boltfelag 2016: 

Skrivað: *Hósdagin, 3. mars 2016 23:13   
Høvundur: Kristian Dahl

AB hevði ársaðalfund hóskvøldið 3. mars, og vóru nógv fólk komin á aðalfund.

Á skránni var millum annað nevndarval. Nevndarlimirnir Rannvá Skála og John Kári Midjord takkaðu fyri seg og ynsktu ikki at halda fram í starvsnevndini. Tað treyt tó ikki við kandidatum til nevndarvalið, og starvsnevndin hjá AB er nú mannað soleiðis:

Formaður: Martin Dalsgarð
Næstformaður: Doris V. Rasmussen
Kassameistari: Regin Dalsgarð
Skrivari: Kári Skála
Nevndarlimur: Thomas Juul Thomsen
Tiltakslimir: John Kári Midjord og Rói B. Poulsen

Annars so var roknskapurin eisini framlagdur. Fíggjarliga stendur ikki so galið til hjá AB, hóast vit ongar milliónir fáa frá FSF. Eginpeningurin er positivur og roknskapurin stendur upp og niður, uttan at vit skylda tað stóra, so starvsnevndin hevur húsast væl við tí, sum fyri hevur verið.