Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

ABC stuðulstiltak leygardagin

Leygardagin klokkan 14.00 verður eitt stuðulstiltak við loppumarknaði, café og framsýning hjá ABC barnahjálp í Nólsoyar Pálsgøtu 24 í Klaksvík

Tíðindaskriv, 10. januar 2014

Leygardagin klokkan 14.00 verður góður loppumarknaður í hølunum hjá ABC barnahjálp í Nólsoyar Pálsgøtu 24 í Klaksvík.

Nógvir góðir lutir, leikur og klæði vera at fáa. Eisini ber til at keypa sær ein kaffimunn við onkrum afturvið.

Peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá ABC barnahjálp.

Eisini er framsýning av málningum hjá Lydiu Petersen og Sóley Hammer.

ABC barnahjálp