Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er í menning

Magnus Heinason hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina um heystið á Føroyabanka. Tilsamans 29 hál á ein tíma verða trolað á øllum dýpum. Reiðskapur og framferðarháttur eru óbroytt, síðan yvirlitstrolingin varð sett í verk í 1996.
 
Toskurin á Føroyabanka hevur verið sera illa fyri síðan 2003, millum annað tí at nógv var fiskað. Síðan 2009 hevur Føroyabanki verið friðaður, men lítið hevur verið at sæð til nakran bata hjá toskinum, hóast hýsan kom fyri seg aftur í 2017. Men nú eru ábendingar um, at toskurin á Føroyabanka er í menning. 

Toskaveiðan um tíman øktist frá umleið 20 kg í 2004-2018 til 80 kg í 2019. Hetta kemst av einum hampuligum árgangi frá 2015, sum var fyrsta árið í langa tíð, at nakað var til av toskayngli á Føroyabanka. Nøgdin av toski skal tó fara upp til umleið tað dupulta, áðrenn hann er komin upp á tað stigið, sum fyrr var vanligt. Tað var framvegis sera nógv til av hýsu.
 
Les frágreiðingina her