Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalfundur í undirsjóvartunlunum

P/F Norðoyatunnilin og P/F Vágatunnilin hava havt aðalfund, har roknskapirnir vórðu framlagdir. 

Tíðindaskriv:

Vágatunnilin
Ársúrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2017 gjørdist eitt avlop á 5,9 mió. kr.  Umsetningurin  var  16,6 mió. kr. Í Vágatunlinum koyrdu 839.750 akfør gjøgnum tunnilin, 93.680 fleiri enn í 2016, ein vøkstur  á 12,6%.  Hetta svarar til, at tað koyrdu 2.301 akfør í miðal hvønn dag. Til sammetingar koyrdu 2.037 akfør í miðal hvønn dag í 2016.

Norðoyatunnilin
Úrslitið í  P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,3 mió. kr., sum er 0,7 mió. kr. lakari enn 2016.  Umsetningurin var 21,0 mió. kr. í 2017 og 24,5 mió. kr. í 2016. Orsøkin til minni inntøkurnar er, at prísirnir, fyri at nýta tunnilin, lækkaðu í januar og august.  Í Norðoyatunlinum koyrdu 1.138.369 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 13,8% í mun til 2016, tá 1.000.632 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan í 2017 hevur verið 3.119 akfør/døgn í miðal, í mun til 2.733 akfør/døgn í 2016. 

Nevndirnar afturvaldar
Á aðalfundinum vóru nevndirnar afturvaldar. Í nevndini fyri Norðoyatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Heri M. Hammer og Johanna á Bergi. Nevndin skipaði seg við við Jens Kára Vilhelm sum formanni og  Hera M. Hammer  sum næstformanni. 

Í nevndini fyri Vágatunnilin sita: Jens Kári Vilhelm, Dánjal T. Thomsen, Mathea Hilduberg og Marita Hentze. Nevndin skipaði seg við Jens Kára Vilhelm sum formanni og Dánjal T. Thomsen sum næstformanni.