Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya hevur sett Petur Mittún sum aðalskrivara í ÍSF. Petur tekur við starvinum 1. mars 2017, skrivar Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti.

Petur Mittún er 44 ára gamal og føddur og uppvaksin í Havn.

Hann hevur íðka ítrótt á høgum støði, eins og hann hevur virkað sum venjari.

Petur hevur starvast sum leiðari bæði innan tað privata og tað almenna, eins og hann hevur verið leiðari innan ítrótt.

Starvið sum aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya er nýtt og er týðandi partur av ætlanini um at umskipa og menna leiðslubygnaðin í ÍSF. 

Aðalskrivarin fer at hava dagligu leiðsluna av ÍSF og standa á odda fyri dagligu umsitingini.
Í sambandi við starvssetanina verður móttøka í ÍSF-húsinum mikudagin 1. mars kl. 15:00.

Vegna Ítróttasamband Føroya

Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti