Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalstjórin í Mentamálaráðnum inhabilur

Svágurskapurin millum Poul Gert Hansen, og stjóran á Søvn Landsins, Andras Mortensen, ger tað ógjørligt at leiða stovnin frameftir uttan rættiliga stórar habilar trupulleikar. Og nú er gølan hend. Leiðarin á Søvnum Landsins, er klagaður, og svágurin er eftirlit. Greinin hevur staðið í Oyggjatíðindum, 24. august 2012, men tá tagdi Einglapressan eisini.

Hetta skrivaðu vit ta ferðina:

Hetta er úrslitið av ósemuni millum Bjørn Kalsoy, landsstýrismann, og Leivur Harryson, sum nú er farin úr starvinum, sum aðalstjóri.

Orsøkin er, at Leivur Harryson, var biðin um at flyta í starvið sum aðalstjóri í til Heilsumálaráðnum. Eingin veit hvussu nógva umhugsunartíð hann fekk, men roknað verður ikki við, at talan var um langa tíð. Eingin veit rættiliga orsøkina til umrokeringina, og at poul Gert Hansen, var degi til dags skuldi skifta frá Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið.

Landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, sigur seg ikki vilja gera viðmerkingar til starvsfólkamál, men løgmansstjórin váttar, at talan var um at Leivur Harryson, var biðin um at flyta, og at heimild er fyri hesum í starvssáttmálanum.

Uttan at undirbygja pástandin, visti Dimmalætting  at siga, at tað ikki var nøkur loyna, at samstarvið millum Kalsø og Harryson, var ikki gott, og at ósemja var teirra millum, m.a. um stjórastarvið í Vinnuháskúlanum. Málið varð mett at vera eitt avgreiðslumál, men verandi stjórin var innstillaður, sum nummar eitt, meðan Vilhjálmur Gregoriussen var nummar tvey, og tann, sum streyk avstað við starvinum.

Sostatt var innstillingin avbrotin við innasta viljanum hjá landsstýrismanninum, sum vildi hava nýggjan stjóra til Vinnuháskúlan.

Hendan ósemjan var so eitt, men loysnin og umskifti av aðalstjórunum – Leivur harryson, til Heilsumálaráðið, og Poul Gert Hansen til Mentamálaráðið, má sigast at vera lítið umhugsað, tí stjórin á Søvnum Landsins, sum umfatar fleiri stovnar, og tí er ógvuliga sentralur partur av umsitingini hjá komandi aðalstjóra, eru svágraðir. 

Stjórin á Søvnum Landsins er Andras Mortensen. Hann er giftur við systir til Poul Gert Hansen, og tað ger tað sera torført hjá komandi aðalstjóranum at viðgera Mál um ella frá Søvnum Landsins, uttan at fáa skeggið í postkassan av inhabiliteti.

Tann 1. januar 2011 vóru fimm stovnar, sum allir hava tilknýti til gransking, lagdir saman í Søvn Landsins. Eitt meginendamál við samanleggingini var at rationalisera fyrisitingina til frama fyri fakligu umsitingina hjá stovnunum.  

Teir fimm stovnarnir vóru Føroya Landsbókasavn, Føroya Landsskjalasavn, Føroya Fornminnissavn, Føroya Náttúrugripasavn og Havlívfrøðiliga Royndarstøðin, sum nú tekur sær av sjóvirkseminum hjá Náttúrugripasavninum.

Stjórin fyri samlaðu bukettini gjørdist Andras Mortensen, hvørt svágur, Poul Gert Hansen, nú er blivin nærmasti stjóri hansara.

Løgmansstjórin sigur í samrøðu við Dimmu, at tað er heimilað í setanarbrævinum hjá aðalstjórunum, at flyta teir runt í umsitingini, tí teir eru bara settir við fyribils starvsstaði, men hendan flytingin er tó nakað heilt serligt.

Poul Gert Hansen, aðalstjóri er inhabilur mótvegis svágrinum, sum hevur ikki færri enn fimm stovnar undir sær.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar um inhabilu støðuna áðrenn redaktionella evstamarkið, tá blaðið varð lagt út á netið.