Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aðalverkfall við fólksins krøvum til nýggju fiskivinnuavtaluna

Tað er upp á hægstu tíð, at fólkið reisir seg og krevur at fáa sín rættvísa part av fólksins ogn. Tað kann undir ongum umstøðum vera teir djúbt høgravendu fólkaflokspolitikkararnir, sum saman við líkasinnaðum kapitalistum á sjógvi og landi, ið deila ríkidømið, soleiðis at teir sjálvir fáa nærum alt, meðan fólkið fær molarnir frá ríka mans borðið.

Vit kunnu ikki loyva okkum bert at hyggja at, meðan ránið verður framt. Tað hava vit gjørt í ólukku mát við katastrofalum avleiðingum fyri land og fólk frá barninum í vøgguni til oldingin á gravarbakka. Hetta kann ikki blíva við. Tað má steðgast nú, meðan tíð enn er til tess.

Fakfelagsfólk mugu – saman við teim røttu vælkvalifiseraðu kapasitetunum - útarbeiða eina nýggja fiskivinnuavtalu, sum ið allar mátar tekur hædd fyri, at talan veruliga er um fólksins ogn og einki hokus pokus, sum fólkaflokkurin stendur fyri.

Síðani má samráðast við teir flokkar, ið eru sinnaðir at verja fólksins ogn - sum fólksins ogn fult og heilt.

Um hetta ikki kann lata seg gera av eini hvørjari orsøk, so má løgtingsval í stundini vera næsta krav á skránni.

Søguliga sæð hevur fólkið fyrr koyrt høgraradikalar kúgaðarar við einaræðislyndi um koll, og í staðin sett fólksins tænarar at stýra. Hetta kann eisini verða gjørt í dag. Lat ongan iva vera um tað.

Dagfinnur Danbjørg.