Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ádrenn hann kemur ov gott í gongd!

Fleiri mánaðir eru longu farnir afturum, síðani føroya fólk fyrstu ferð, í fjølmiðlunum, frætti um ætlanir um eina skattaumskipan, uttan at hendan tò varð nágreinað nærri.

Óvissan um hvørjar ætlaninar eru man kennast flestu òneyðug, darvandi og kanska enntá ræðandi. Fleiri og fleiri siga seg tó vita, at ætlanin er at broyta núverandi skipan til eina, har inntøkuskatturin verður lækkaður, meðan verandi avgjøld á nýtsluvørum verða hækkað- og nýggj løgd á.

Øll munnu minnast, hvussu farið varð fram eftir fummum, tá skattaskipanin seinast varð broytt. Hetta hendi uttan stórvegis kanningar, og m.a.eisini móti ráðum og uppskoti Miðfloksins. Vit mæltu til at steðga á, og brúka neyðugu tíðina at kanna fylgurnar av nýggju skipanini, bæði ynsktar og óynsktar.

Men so varð ikki, í óðum verkum vórðu broytingar framdar, sum saktans kundu havt bíða teir tríggjar mánaðirnar, Miðflokkurin bað um.

Áðrenn ætlanir um nýggjar broytingar í verandi skattaskipan verða framdar, vil eg Miðfloksins vegna boða frá, at hesar broytingar sleppa ikki so lætt og ókannaðar gjøgnum nálareygað, sum tær fyrru. Og kenni eg onnur løgtingsfólk, m.a. fleiri í sambandsflokkinum, rætt, so vænti eg, at sosiala hjarta teirra óivað fer at krevja tað sama.

Vinaliga,

Jenis av Rana,

formaður Miðfloksins