Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Advokatúrskurður reinsar portørarnar

Perlur: Portørarnir, sum nú í meira enn eitt ár hava havt hangandi yvir høvdinum eina uppsøgn, sum í botn og grund hevur verið grundleys forfylging, hava nú aftur fingið viðhald. Oyggjatíðindi 4. Apríl 2008:

Hesaferð frá advokatinum, Eyðfinni Jacobsen, sum Almanna- og Heilsumálaráðið, setti til at gjøgnumganga málsgongdina og niðurstøðuna hjá umboðsmanninum, sum ikki lat nakran iva vera um, at hann helt, at onki grundarlag var fyri uppsøgnunum.

Og nú er so advokaturin komin við sínari niðurstøðu, sum reinsar báðar tveir fyri allar skuldsetingar.

Tað er ikki nógv, sum er likið út, tí málið er fevnt av tagnarskyldu, men bæði portørarnir og Landssjúkrahúsið hava fingið niðurstøðuna hjá Eyðfinni Jacobsen, til ummælis, og fyrr enn partarnir hava gjørt sínar niðurstøður, úttala teir seg ikki um støðuna.

Oyggjatíðindi er einasti fjølmiðil, ið neyvt hevur fylgt hesum málinum.

Tað var eisini Oyggjatíðindi, sum avdúkaði, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum hevði logið um grundgevingina at siga teimum báðum portørunum úr starvi.

M.a. vísti blaðið á, at grundgevingin hjá leiðsluni var, at maðurin, potørarnir vóru farnir út til, var dottin um í køkinum, og at portørarnir síðani høvdu dragsað sjúklingin upp í songina.

Í songini høvdu portør-arnir, sambært leiðsluni, roynt at fáa lív aftur í mannin við hjartamasasju, men at portørarnir høvdu ikki tryggja, at hart undirlag var undir, so sum fyriskrivað og kravt.

Hetta vóru, sambært leiðsluni skerpandi umstøður, og orsøk at siga teimum báðum úr starvi.

Men pástandurin hjá sjúkrahúsleiðsluni, varð staðiliga afturvístur, og prógvaður ósannur.

Fakfelagið og advokaturin hjá portørunum, fingu konuna hjá deyða manninum, at koma við einari frágreiðing um hvat veruliga hendi.

Hon vísti staðiliga grundgevingunum hjá sjúkrahúsleiðsluni aftur. Haraftrat visti konan at siga, at sonurin hjá manninum hevði lagt áðrenn hendingina, lagt harða plátu undir madrassuna, so heldur ikki pástandurin um ov bleytt undirlag helt.

Umboðsmaðurin eftirlýsti haldgóðum grundgevingum fyri uppsøgnunum, men fekk tær ongantíð. Hesar grundgevingar vóru heldur ikki til staðar, tá advokaturin viðgjørdi gøluna, sum ikki heldur kundi føra til annað enn, at teir báðir portørarnir vórðu reinsaðir.