Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ætlanarskriv um uppsøgnir og styttri arbeiðstíð í Kringvarpinum

Kringvarp Føroya hevur í dag latið 9 starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn. Harafturat hava 5 fólk fingið ætlanarskriv um at arbeiða stytta arbeiðstíð.

Tíðindaskriv:

- Tað er ómetaliga harmiligt at siga starvsfólkum úr starvi, men fíggjarliga støðan ger, at hetta stigið er neyðugt, sigur Dia Midjord, stjóri.

Inntøkur hjá Kringvarpinum frá lýsingum og spølum eru lækkaðar munandi seinastu árini, samstundis sum allir kostnaðir hjá Kringvarpinum eru hækkaðir. Henda gongdin hevur hildið fram í ár, og inntøkurnar verða væntandi 5 mill.kr. lægri enn mett.

Harafturat hevur grannskoðarafelag stovnsins kravt nýggjar mannagongdir í sambandi við avskrivingar. Hetta ávirkar eisini fíggjarligu støðuna.

Avleiðingin av fíggjarligu gongdini og nýggja avskrivingarháttinum er, at hallið hjá Kringvarpinum væntandi verður 3,7 mill.kr. í ár. Hallið í fjør var 2,5 mill.kr.

Útlit eru ikki fyri, at inntøkurnar fara at økjast munandi, og tí mugu føstu útreiðslurnar hjá stovninum skerjast fyri at fáa fíggjarliga javnvág.

Tað merkir, at Kringvarpið skal rekast fyri færri milliónir komandi árini, og tað stigið, sum nú er tikið, er partur í hesi tillaging.

Frammanundan eru stórar sparingar gjørdar innan raksturin á øllum økjum. Hesar sparingar hava eisini havt avleiðingar fyri skránna hjá Kringvarpinum.

-Vit vóna, at stigini, sum nú verða tikin, kunnu skapa ta neyðugu javnvágina, samstundis sum vit miðja eftir at fáa sum mest burturúr - til frama fyri hyggjarar og lurtarar, sigur kringvarpsstjórin.