Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ættarsambandið við Nólsoyar Páll

Nú bókin eftir Onnu Sofíu í Vági um ættarsambandið við Nólsoyar Páll er uppseld, er ætlanin at gera eina nýggja og dagførda útgávu við navnayvirliti.

Útgevari er Nólsoyar-Pálsgrunnurin, og er hann nú umskipaður nakað, so nevndarlimirnir eru Anfinn Kallsberg, Hans Tausen Olsen og Petur Nolsø.

Síðani bókin kom út í 1997 eru nógvar broytingar farnar fram í ættini. Men tíbetur vísir tað seg, at tað ikki er so ringt at fáa gjørt ta nýggju útgávuna, sum fryktandi var fyri. Alt tilfarið til bókina er tøkt, og rættiliga fáar misprentingar eru komnar fram, og ongar í tí eldra partinum av bókini.

Tað, sum er at gera, er at fáa øll í ættini at hjálpa til við at siga hvat ið er broytt. Til at standa fyri hesum stóra verki hava vit fingið nakrar samskiparar.

Fyri ættina eftir Siggu Suffíu hevur Jákup Páll Mohr Mortensen átikið sær hetta starv.

Fyri ættina eftir Súsonnu Malenu er Hans Tausen Olsen samskipari.

Nógv tann størsta ættargreinin kemur frá yngstu dótrini, Apoloniu. Hon hevði seks børn, sum fingu eftirkomarar, og Hergerð Ziskason er samskipari fyri eftirkomararnar hjá Maren Malene Jacobsdatter, Hans Tausen Olsen teirra hjá Elsebeth Marie Jacobsdatter, Hanna Mortensen teirra hjá Cathrine Malene Jacobsdatter, Brita Black teirra hjá Hans Jacobsen Biskopstø, Napoleon Nólsoy teirra hjá Poul Nolsøe Biskopstø, og Maria Olsen fyri eftirkomararnar hjá Súsonnu Biskopstø.

Grunnurin skal heita á øll í ættini um at hjálpa hesum samskiparum, so gott kemur burturúr.

Vón okkara er, at alt tilfarið er komið til høldar 1. september í ár, so bókin kann verða løgd fram í oktober.

Nólsoyar-Pálsgrunnurin