Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Aftur í ár miseydnaðist summarið hjá flestu sjófuglunum

Havstovan: - Aftur í ár miseydnaðist summarið hjá flestu sjófuglunum. Ringast gekst hjá teimum, sum bert liva av nebbasild og yngli uppi í sjónum; ternuni, lundanum og rituni. Hesir fuglar fingu at kalla ongar pisur undan, og lundin rýmdi frá eggunum. Hetta er annað árið á rað, at lundin er rýmdur frá eggunum og 6. árið á rað, har ongin lundi er fleygaður í Skúvoy. So galið hevur ikki verið fyrr, og hetta bendir á stórar broytingar í sjónum nær landi, tí hesir fuglar fara ikki langt eftir føðini til pisurnar. Súlan, sum kann taka størri fisk, t.d. seið, sild og makrel og eisini kann flúgva langt eftir føðini, hevur harafturímóti klárað seg væl.

Lesið frágreiðingina her:

http://www.hav.fo/PDF/Sjofuglurin_2011.pdf