Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Bill Justinussen, valevni hjá Miðflokkinum

Aftur til framleiðsluna

Heimurin er í upploysn. Bankaverðin er kollsigld og lond standa eitt fyri og annað eftir at fara av knóranum. Hví? Mítt boð er, at krøvini til endaleysa vælferð ikki standa mát við tað, sum arbeiðandi hendur megna at lyfta. Í Grikkalandi gevast fólk at arbeiða, tá tey fara um tey fimti. Hvør skal fíggja tey næstu 30-40 árini av teirra tilveru? Í ríku norðanlondunum arbeiðir næstan annarhvør hjá tí almenna. Vit brúka helst meiri orku at umsita hvønnannan, enn vit brúka til at skapa tað, sum skal fíggja umsitingina. So hvørt, sum lóggáva, eftirlit og umsitingarorka eru bólgnað, er skilið vorðið verri. Ongantíð hava so nógv lærd fólk mannað vesturheimin, og ongantíð hevur vandin fyri veruligum hóttafalli verið størri. Vit eru alt ov mong, sum brúka okkara tíð og orku til at greina og kjakast um, hvat er galið. Ov mong, sum sita dagar og vikur á tannleysum ráðstevnum og evnisdøgum og hoyra yvirklókar fyrilestrahaldarar greiða okkum frá, hvat er galið.

Úr almennum starvi í privat

Men veruleikin er einfaldur: Vit framleiða minni enn vit brúka. Grundframleiðslan í samfelagnum – har virði og kapitalur verða skapt – hevur vikið fyri øðrum meiri spennandi arbeiðsøkjum, har undirhaldið er størri, men nyttuvirðið minni. Stóra avbjóðingin næstu árini í føroyskum politikki er at flyta 2-3000 fólk úr almenna geiranum yvir í framleiðandi privata geiran. Samanrenningin millum hægri útbúgvin fólk og verkafólk hevur ikki eydnast nóg væl. Tí eigur ein miðvís politisk ætlan at vera at minka um almenna umsiting, samstundis sum tað almenna hond í hond við vinnulívið setir sær sum mál at skapa fleri arbeiðspláss í framleiðsluni.

Nýggj arbeiðspláss

Livandi tilfeingið í havinum er dýrabært. Fara vit um tað við virðing fyri javnvágini í nátturuni, kann tað vera høvuðsgrundarlagið undir fleiri arbeiðsplássum á sjógvi og landi. Uppisjóvartilfeingið hevur ómetaliga stórar vakstrarmøguleikar, og verður farið fram við skili, verða nógv nýggj arbeiðspláss á sjógvi og landi í hesi vinnu. Hetta krevur sterkt samanspæl millum vinnu, fólk við hægri útbúgvingum, politisku skipanina og fakfeløgini. Fyri at tryggja børnum okkara ein góðan arv og framhaldandi vælferð, er hetta størsta politiska avbjóðingin fyri eina komandi samgongu.

Miðflokkurin er tøkur til slíka ætlan.

Bill Justinussen