Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Afturstig at avtaka ALS-farloyvisskipanina

Ætlanin at taka av farloyvisskipanina hjá ALS er eitt afturstig, tá vit hugsa um at skapa ein rúmligan arbeiðsmarknað.

Skrivað hevur: Øssur Winthereig - PRESS

Higartil hava arbeiðsleys kunnað tikið størv á seg, tá fólk í arbeiði fara í farloyvi. Tey, sum fara í farloyvi fáa gjald frá ALS, og tann sum fer í starv, fær vanliga løn.

Hetta er ein skipan, sum stórtsæð er útreiðsluneutral.

Vit hava í mong ár tosað um, hvussu arbeiðsmarknaðurin kann gerast meiri rúmligur. Tí er tað ikki sørt undrunarvert, at løgtingið nú ætlar at taka eina skipan av, sum loyvir fólki, sum ynskja tað at taka ein steðg í arbeiðslívinum, og at arbeiðsleys samstundis sleppa inn aftur á arbeiðsmarknaðin eitt tíðarskeið.

Fyri tann sum sleppur í eitt farloyvisstarv, kann tað merkja, at hann fær skapt sær eitt lívsneyðugt tilknýti til arbeiðslívið aftur - og tað má vera samfelagsgagniligt, um nakað er.

Við broytingunum sum eru í umbúna er ikki annað at siga enn, at arbeiðsmarknaðurin gerst trongari. Okkara limir tapa, tí tey ikki sleppa í ALS-farloyvi og tey, sum kundu fingið eitt tilknýti aftur við arbeiðsmarknaðin tapa eisini og mugu halda fram í ALS-skipanini.

Í hesum føri er broytingin ikki til tað betra. Arbeitt skuldi heldur verið fyri at gjørt arbeiðsmarknaðin rúmligar.